Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at fýra frystilínuskip í løtuni fiska í føroyskum sjógvi.
- Restin av línuskipunum liggja við bryggju, men helst fer onkur út í vikuni.
Um útlitini til útróður verður sagt, at streymurin er harður, men batnar, sum vikan gongur.
- Veðrið verður gott, so vit rokna við nógvum útróðri. Onkur bátur er eisini á Føroyabanka.
Á Fiskamarknaði Føroya verður lagt aftrat, at útróðrarbátar hava brúkiligan fiskiskap.