Tað fyrsta teir koma við er at skamrósa sær sjálvum fyri tær góðu umstøður útróttarflotin fær við øktum fiskidøgum. Hvussunógv halda tit útróðrarmaðurin hevur forvunnið sær síðani á nýttárinum við tí illveðri, vit hava havt. Íløgustuðulin verður nú burturtikin. Minstaforvinningin hava ti so at siga tikið frá øllum útróðrarmonnum við at seta lóg í gildi, afturvirkandi í seks mánaðir.
Hetta við góðum stuðli frá vágbinginum, Jákupi Olsen. Hvat hevði samgongan og teir kristiligu (gud náði okkum fyri kristilingar) sagt, um teir knappliga onga løn skuldi fingið.
Veðrið kunnu útróðarmenn onki gera við. Hesir menn duga jú ikki at ímynda sær, hvussu lítið ein útróðrarmaður hevur eftir, tá ið rentur og avdráttur av bátinum er goldið. Bara tit fáa nokk, kanska eini 50 til 70 túsund um mánaðin, so er í lagi. Sektin á hvat annar fær, bert eg kann sæta mær. Hví skal tað altíð vera útróðrarmaðurin og arbeiðsmaðurin ið skuldu skerjast. Eru tað teir, ið hava koyrt landið á húsagang?
Vágbingur