Útróðrarmenn av landinum

 

Nógv hevur gamli sambandsflokkurin lagt navn til seinastu 3-4 árini, men nú mátti sambandsbotnurin skjótt verið náddur?

Fyri umleið 4 árum síðan kom ein av okkara sakførarum fram í fjølmiðlunum og segði seg vilja vera politikara - samfelagsuppruddara. Og fólk vóru spent uppá, hvønn flokk hesin kapasitetur ætlaði sær upp í. Tað hoyrdist, at fleiri flokkar høvdu tilboðið.

Hesin ? ein av samfelagsins sjakalum, sum Hargaskaldið nevndi sakførararnar á sinni ? skuldi til at rudda upp, vit skuldu fáa rættartrygdina aftur, dómarakanning skuldi fremjast, og fleiri kendir fyrrverandi toppolitikarar skuldu í bolt og jarn á Tremmurifa. Harumframt hevði hann loysn á øllum samfelagstrupulleikum.

Sambandsflokkurin sigraði við hesi kapping eins og kapping um fleiri aðar politiskar kandidatar. Í sambandsflokkinum kundu øll brúkast sum politiskar stjørnur. Og sakførarin varð valdur við nógvum atkvøðum, og Sambandsflokkurin við øllum teim nógvu og skjótu loysnunum kom í samgongu og fekk løgmann. So nú skuldi verið laga manni.

Leingi gekk ikki, so ásannaði nýggja politiska stjørna sambandsfloksins ? og vit onnur við ? at politiski sakførarin mátti eta tað mesta í seg aftur, tí rættartrygdin er, sum hon altíð hevur verið, dómarakanning kom eingin, eingin fyrrverandi toppolitikari er rættarliga ákærdur fyri nakað sum helst, upprudding hevur eingin verið, nei, politiski hurlivasin hevur ongantíð verið størri og ótryggari enn júst hetta skeiðið undir leiðslu sambandsfloksins, og nú seinast eru boðini frá hesum illa stadda flokki og politisku stjørnu til fólk sítt:

»Útróðrarmenn, farið av landinum, tít tit eru ein byrða fyri samfelagið«.


Álvaratos, um hetta ikki er ein politiskur botnskapari bæði fyri tann, sum bar orðini og fyri hansara flokk ? botnurin fyri dugnaloysi og markleysum frekleika?

Hesi boðini koma samstundis sum hin samgonguflokkurin, fólkaflokkurin, sigur seg geva skattalætta til sjófólk fyri at fáa tey aftur til landið at búgva. Her samsjóar ikki?

At skíra allar okkara útróðrarmenn fyri negativar saldo?ir og berar útreiðslur fyri samfelagið, sum vit í Føroyum ikki hava brúk fyri, tað er blóðskeivt og sera lítið umhugsað.

Hetta var so sambandspolitikkurin, sum skuldi loysa øll vandamál???

Hví er tað so statt hjá útróðrarmonnum í Føroyum? Tí samgongupolitikkurin seinastu árini hevur sligið feil ? í hvussu so er fyri útróðrarflotan!

Upp á kvamsvís hava sambandsflokkurin og fólkaflokkurin sett eina fiskidagaskipan í verk fyri at útlandið skal hava ta fatan, at vit føroyingar hava stovnsrøkt. Vit, sum búgva í Føroyum vita, at lítil og eingin stovnsrøkt er í hesi skipan, tí tann stóri parturin av flotanum ? øll tey stóru skipini fiska stórt sæð ótarnað árið runt. (Tað skal kanska vera so?), meðan relativt stóra talið av smábátum, sum fiska minsta partin í tonsastali, teir eru skerdir av fiskidøgum v.m., soleiðis at teir er noyddir til at spekulera í ymiskum skipanum ? herundir fiskidagaskipanini og inntøkutrygdini fyri yvirhøvur at fáa mat á borðið. Hetta er tað reina spæl fyri gallarínum og einki annað ? politiskt spæl, tí veruleikin er ein annar enn tað, politikarar siga, og teir vita tað.

Hetta tvætlið við fiskidøgum er til stóran ampa fyri útróðrarflotan, har hetta rakar meint, tó tað er ikki flotin u/ 20 tons, sum tømir okkara fiskigrunnar, tað er heilt vist.

Nei, gevið útróðrarmonnum fyrst og fremst møguleika at fiska frítt, tá veður og streymur eru til vildar, náttúran darvar hesum parti nóg mikið sum er.

Lógin um inntøkutrygd hjá útróðrarflotanum var nýggj og átti at verði endurskoðað. Eru hol har, so typpið tey, tað ynskja vit flest øll. Men 32 mill. í inntøkutrygd minka niður í 8 mill. kr.? Nei, so nógv er lógin ikki misnýtt. Hví hevur fólkaflokkurin og sambandslfokkurin so nógv móti hesum bólki av fólki okkara? Tær 32 mill. kr. til einar 1000 mans er ikki øll verðin, tá man samstundis kann játta rækjuskipareiðarum størri upphædd til bert uml. 5 skip? Og tað var møguliga neyðugt og í lagi, tað veit eg ikki, men hví tá so argur inn á útróðrarmenn?

Latið vera við at reka útróðrarmenn ? flotan av landinum, tí fara teir, so taka teir helst bæði bátin og familjuna við og gerast útróðrarmenn í øðrum landi. Vit hava í Føroyum eisini brúk fyri útróðrarmonnum, sum hava ført mangan fongin til lands til frama fyri okkara útflutning, nógv meira enn nakar sakførari í Tórshavn. Allir føroyingar hava rætt til at búgva og virka í sínum føðilandi.

Í Føroyum var lív lagað manni, um hann hevði pláss á útróðrarbáti og trøð at velta í og annars gagnnýta.

Tíðir skifta og tíðir broytast, men úti á bygd í Føroyum telja hesi virði enn, tí í væl minni lutfalli enn fyrr. Útróðrarmenninir vóru teir, sum saman við verkafólkinum á landi og øðrum fiskimonnum brutu upp úr nýggjum, tey sum løgdu lunnarnar undir okkara vælferðarsamfelag. Flippuprolitariatið í Tórshavn hevur okkara land ongantíð livað av, og tað koma vit heldur ongantíð.


Sandi, hin 11.12.1997

Birgir Mohr