Útsettur dystur í kvøld

Team Klaksvík og StÍF spæla útsetta regndystin í kvøld

Um veðurgudarnir vilja tað, so verður hondbóltur í Klaksvík í kvøld. Seinast Team Klaksvík og StÍF skuldu spæla bleiv dysturin útsettur, tí tað regnaði so illa. Badmintonhøllin í Klaksvík lekur og tað var ikki spælandi tá. Síðani hevur Klaksvíkvar Býráð boðað frá, at ábøtur verða gjørdar í næstum.

 

Í kvøld verður so útsetti dysturin millum Team Klaksvík og StÍF. Tað eydnaðist akkurát ikki strandingum at koma í steypafinaluna, so teir hava frí um vikuskiftið, so tað var upplagt at leggja dystin nú.

 

Team Klaksvík er uttan Pojovic Zarko, sum hevur skift til VÍF.

 

-         Vit hava á fundi í leiðsluni í felagnum, tikið ta avgerð, at leyslata Zarko úr sáttmálanum – sjálvandi eftir hansara ynski. Tað er onki at dylja yvir, at Zarko hevur verið ein týðandi spælari fyri okkum, men tá hann ynskir at fara, merkir tað samstundis, at hann ikki ynskir at spæla her, segði Heri Johnsson, formaður í Team Klaksvík við in.fo í farnu viku.

 

StÍF kann við einum sigri koma upp á 16 stig, sum eru tvey færri enn VÍF á øðrum plássið, sum gevur atgongd til FM finalurnar. Team Klaksvík liggur aftast.

 

Dysturin byrjar klokkan 19.30