Uttan gott samskifti kólnar oyggin

- Einaferð fer rákið at venda til fyrimuns fyri útoyggjarnar. Spurningurin er bert, um Svínoyggin klárar at halda tørn til ta tíð, sigur svínoyingurin Jógvan Edmund á Geilini.

Fólkatalið í oynni er í støðugari minking: Fyri fýra árum síðani búðu 73 fólk í oynni. Í februar í ár vóru tey einans 50!

- Svínoyggin er gott nokk ein útoyggj, men ikki ein út-d-oyggj!

Tey seinastu árini hava nógvir svínoyingar - og onnur sum vilja oynni væl - verið frammi og sagt sína hugsan um støðuna í oynni.

Nógv uppskot hava verið at hoyrt um, hvussu ein kann varðveita oynna sum útoyggj - og ikki sum út-d-oyggj.

Tosað hevur verið um vinnuligt virksemi á landi, sambýli og annað. Men fram um alt hava svínoyingar sjálvir sett eitt serstakt ynski fram, sum skal verða grundarlag undir øllum hinum: Góð samferðsla!

Hetta sama tók Jógvan Edmund á Geilini uppaftur á stevnuni í Norðurlandahúsinum í farnu viku.

- Vit mugu gera alt fyri at henda oyggin ikki skal kólna. Samskiftið er meiri neyðugt nú enn nakrantíð áður.

- Fáa vit ikki gott samskifti, so doyr oyggin spakuliga, sló hann fast.

Hetta gjørdi hann frammanfyri fundarluttakarum, nýsettum strandferðslustjóra, stjóranum á Landsverki, politikarum, innlendismálaráðharra og tíðindatænastuni.

Mjørki og avlýsingar

Jógvan Edmund vísti í síni framløgu á, at í løtuni er strandfaraskipið Másin frá 1959 álitið hjá oyggjarfólkinum.

Hóast Másin er álit og einasta sjóvegis samband teirra, so hevur hetta 48 ára gamla skipið síni lýti og avmarkingar:

Hann siglir seint, og hevur lítið pláss til viðføri og barnavognar, fyri ikki tala um bilar. Hjá teimum gomlu er tyrlan hinvegin góð og hent.

- Men, vísti Jógvan Edmund á. - Tyrlan, hon hevur tað við at avlýsa fráferðirnar orsakað av mjørka í Havn, Vágum ella í Svínoy. Bara í juli mánaði í fjør vóru tvær avlýsingar.

- Tí er ikki so lætt at dúva uppá hana, um ein ætlar sær okkurt ávíst á meginlandinum.

Ein tunnil og annar

Í dag eru tvær atløgubryggjur í oynni - onnur beint við bygdina og hin á vestaru síðuni. Hetta skapar fortreytir fyri, at Másin kann leggja at í so at siga øllum veðri.

Svínoyingar eru kortini sannførdir um tað er bert ein einstøk loysn, sum fer at bjarga oynni í framtíðini: Ein góð havn á einum staði, tey nevna “í Havn” á vestaru síðuni.

Jógvan Edmund vísti á, at hetta økið er kyrrupláss og fer at stytta munandi um siglingstíðina hjá svínoyingum.

Í hesum sambandi er haraftrat neyðugt við góðum vegasambandi hagar, og tí hava fólk heitt á myndugleikarnar um at gera eina tunnil yvir í staðið, har atløgubryggjan eftir ætlan kemur.

- Onkur hevur nevnt møguleikan at gera ein veg hagar gjøgnum líðina, eins og gjørt er á so nógvum øðrum støðum kring landið.

- Men tá tað er sagt, kunnu vit bara staðfesta, at allastaðni har tað er so, hava fólk sett krav um at fáa tunlar. Hinvegin hevði ein undirsjóvartunnil loyst báðar hesar trupulleikarnar!, vísti Jógvan Edmund á.

Lítil solidaritetur við svínoyingum

Jógvan Edmund á Geilini greiddi frá, hvørjum og hvat fólkið í Svínoy eru uppi ímóti.

Eini nøvn vórðu nevnd, men tað kom týðiliga til sjóndar, at tað eru tey fólkini sum halda, at ein ikki hevur brúk fyri oynni í føroyska samfelagnum.

- Ein hoyrir bæði vanlig fólk og politikkarar siga, at tað ikki er neyðugt at gera nakað fyri svínoyingar og í Svínoy.

- Tað er eins og solidariteturin mótvegis okkum er minkaður. Ja, tað tykist vera so sum orðatakið sigur: “Vertin á hvat annar fær. Eg skal nøra at mær”, vísti hann á.

Hinvegin er tað ein veruleiki, at fólk sjálvi hava valt at búseta seg í oynni og at verða verandi her.

Men, sum Jógvan Edmund vísti á:

- Ein eigur ikki at gloyma tey fyri tað!

Fáir svínoyingar verða grivnir týsdag

Samferðslan hevur alt at siga fyri eina slíka útoyggj sum Svínoy.

Trupult hevur hinvegin verið hjá fólki at sleppa til øll tiltøk á meginøkinum, tí samferðslan hevur ikki verið nøktandi. Eitt slíkt “tiltak” kann vera ein jarðarferð.

Jógvan Edmund vísti á eitt dømi um ein svínoying, sum fór til gravar ein týsdag á meginøkinum.

Fyri at vera vísur í at sleppa til jarðarferðina varð neyðugt hjá fólki at fara av oynni dagin fyri jarðarferðina. Mikudag var ikki gjørligt at sleppa heimaftur, so viðkomandi var noyddur at bíða líka til hósdag.

Viðkomandi vísti á hesa óhepnu støðuna á røttum staði, men svarið hesin fekk var lítið sømiligt: “Tað má vera vælsignað sjáldan, at ein svínoyingur má til eina jarðarferð ein týsdag!”

- Soleiðis verður roynt at burturforklára trupulleikar okkara, sigur Jógvan Edmund.

FAKTA

Fólkatal í Svínoy

Talið av íbúgvum í Svínoy hevur verið skiftandi gjøgnum árini. Men í síni heild hevur tað gingið aftur á, vísir eitt yvirlit frá Hagstovuni.

Her hava tey gjørt upp talið av íbúgvum seinastu 22 árini.

1985: 66

1990: 58

1995: 66

2000: 59

2003: 73 (hægsta talið seinastu 22 árini)

2004: 58

2006: 55

2007: 50 (lægsta talið seinastu 22 árini)