“Uttanfyri allan lóg og rætt”

Sámal Petur í Grund, fyrrverandi landsstýrismaður
--------



Yvirskriftin er heintað úr heimliga umhvørvi mínum – ein máliska, sum foreldur míni høvdu á munni av og til. Haldi meg minnast, at grundin til, at tey tóku soleiðis til, var, tí at ein fekst við nakað, sum ikki hoyrdi heima ella passaði seg at gera.
Men samfelagið og siðir broytast, og soleiðis broytist eisini lóggáva, og harvið hvat er rætt og ikki.

Broytingar í samfelagnum
Ein bólkur í samfelagnum, sum ikki var so eyðsýndur tá sum nú, er tey samkyntu. Sjálvt heitið á hesum bólki er ikki tað sama, sum tað var tá, kanska tí eingin sá hesi sum ein bólk, men sum nakrar fáar einstaklingar, sum livdu og innrættaðu seg eftir samfelagnum, soleiðis sum tað var samanskrúvað.
Hesi fólkini hugsaðu ikki um nakra lóggávu og mettu seg at hava sama rætt sum onnur í samfelagnum, og í mestan mun vóru tey ikki øðrvísi fyri enn onnur.
Í dag er tað eyðsýnt, at tey samkundu eru uttanfyri allan lóg og rætt. Tey føla seg ikki at vera líkastillað við aðrar borgarar í samfelagnum, m.a. tí at teirra samlívsformur ikki hevur nakrar lógarkarmar at halda seg til.

Ósamd
Og her eru vit eins og í nærum øllum øðrum viðurskiftum dundrandi ósamd um, hvat vit skulu gera.
Mong av teimum, sum eru ímóti hesum samlívsformi, eru eisini ímóti at nakað skal gerast við lóggávu á hesum økinum. Og tey, sum siga seg at ganga inn fyri hesum samlívsformi, tey halda at lóggevast skal, so at samfelagið eisini hevur lóggávu á hesum økinum.
Og ein partur av fólkinum er nærum líkaglaður, men sigur hví ikki.
Og soleiðis, sum rákið er um allan heimin, kemur fyrr ella seinni lóggáva sum skipar viðurskiftini hjá fólki av sama kyni, sum vilja liva saman í hjúnarbandslíknandi formi.

Virðing
Persónliga eri eg uppvaksin við millum annað tí grundhugsjón, at vit eiga at hava virðing fyri hvørjum øðrum, hóast at vit ikki eru eins.
Og vit máttu sjálvandi halda okkum innanfyri lóg og rætt.
Vit fegnast allir føroyingar um, at okkum fall í lut at verða føddir og fáa loyvi til at vaksa upp í hesum landi, sum er so ríkt í allar mátar.
Ikki minst eru vit rík, tá hugsað verður um ymiskleikan og fjølbroytni, sum er givið hvørjum einstakum persóni, ið myndar samfelag okkara.
Og hvør einasti at okkum, sum er føddur her, er føroyingur og eigur rætt og lunnindi í samfelagi okkara. Og lóg og rættur má tí verða skipaður soleiðis, at atlit verður tikin til okkara, soleiðis sum vit nú einaferð eru skapt.

Lóggávuvald á útlendskum hondum
Eg eri ein teirra, sum harmist um at alt lóggávuvald, okkara landi viðvíkjandi, ikki finnst her vit búleikast, men liggur hjá aðrari tjóð og øðrum fólki at handfara.
Eisini lóggávan um familjurættarligu viðurskifti okkara liggur í aðrari tjóð og hjá øðrum fólki enn tí føroyska fólkinum at umsita.
Við øðrum orðum, skulu broytingar ella tilpassingar gerast í lóggávu viðvíkjandi teim samkyntu, so skulu hesar gerast í øðrum landi og øðrum parlamenti.
Okkara politikarar kunnu heita á danska fólkatingið um at gera broytingar hesum viðvíkjandi.
Og har, sum vit í løgtingi okkara bert skulu taka atlit til okkara egnu skipanir, tá tað er lóggáva, sum vit sjálvi umsita, so skulu við í aktuella førinum taka atlit til viðurskifti og skipanir í tveimum parlamentum.

Lógarbroytingar – Glíðibreyt
Í flest øðrum samfeløgum, har broytingar eru gjørdar viðvíkjandi teimum samkyntu, eru broytingarnar innførdar á ein skipaðan og varligan hátt.
Av mongum er hesin háttur kallaður ein glíðibreyt. Tey flestu, sum ganga inn fyri ella berjast fyri at fáa hesi viðurskifti broytt, gera nógv burturúr at hetta als ikki er ein glíðibreyt. Men lat okkum kalla ein spaka fyri ein spaka – her er talan um eina glíðibreyt – annarleiðis verður tað ikki, tað kemur framtíðin at vísa.
Nærum øll lóggáva gongur á somu “glíðibreyt”. Tillagingar verða gjørdar, so hvørt samfelagið broytist og tørvur er á tillagingum. Ein komandi lóggáva teim samkyntu viðvíkjandi verður einki undantak.

Kristin sjónarmið
Men er tað, sæð frá einum kristnum sjónarmiði, skeivt at lóggeva hesum viðvíkjandi?
Eg eri eisini ein teirra, sum fegnist um páskaboðskapin. Fegnist um, at Kristus reis úr grøvini Páskamorgun, og allarmest at eg eri ein teirra, sum kenni meg tváaðan í Kristusar blóði.
Eg fegnist um at búgva í einum landi, har eg frítt kann kennast við Kristus sum mín frelsara!
Eg fegnist um, at í landi okkara er lóggivið soleiðis, at boðskapurin um Kristus kann havast á munni hvar sum helst. Og at vit enntá við forsterkaraanleggi kunnu bera hann fram á gøtum og strætum!
Men eigi eg av tí grund at ganga ímóti at ein samkyntur lívsformur kemur inn undir lóg og rætt?

Tey samkyntu og lóggáva
Um so er, at eg vil vera við til at lóggeva um samfelagslig viðurskifti, kor borgaranna í samfelagnum, so er tað borgarin og hansara besta eg má hava í huga.
Vit lóggeva ikki um at samkyntur samlívsformur skal vera til ella ikki. Tað er ein sannroynd, at so er – eisini í heilagu skriftunum og Bíbliuni, sum vit kenna til.
Nei, vit lóggeva um viðurskifti borgaranna, útfrá hvørjir borgarar búleikast í landi okkara.
Vit ynskja ikki at nakrir borgarar ella samlívsformur teirra skal vera settur uttanfyri lóg og rætt.
Sjálvandi skal ein ella onnur lóggáva til at skipa viðurskiftini, eisini hjá teimum sum vit ikki eru samd við!
Í Kristindóminum eru eingi páboð um forfylging av teimum, sum vit ikki eru einig við – tvørturímóti so er kærleiksboðið eitt boð, sum altíð eigur at standa í skjøldri okkara.

Broytingar í hjúnarbandslóggávuni
Fyri stuttum var lóggáva lagd fram á ting um broytingar í hjúnarbandslógini, sum skuldu virka til at eisini samlívsformur teirra samkyntu bleiv lógarreguleraður.
Uppskotið bleiv felt á Føroya Løgtingi, ikki tí at tað kundi staðfestast ein fólksligur meiriluti móti tí, men tí tingmenn kendu seg bundnar av avtalum, og tí máttu staðfesta ein parlamentariskan meiriluta ímóti.
Og eftir standa vit og hava sett ein trongdan bólk, tey samkyntu, uttanfyri lóg og rætt.
Summi rætta rygg og pannu í stoltleika yvir at hava vunnið ein parlamentariskan sigur.
Nøkur slikka sárini og bíða eftir at politisk kyrrindi skulu vera enn einaferð.
Føroyingurin – eg og tú – vit mugu liva við, at tað eru fólk okkara millum, sum eru sett uttanfyri lóg og rætt.
Vit mugu liva við, at tað eru børn sum eru sett uttanfyri lóg og rætt, tí at tað familjumynstrið sum foreldur teirra hava valt, ikki passar inn í skipaðu reglurnar.
Man kann skjóta seg innundir, at man ikki vil gera tað ónátúrliga nátúrligt.
Man kann føra fram, at hesi bara kunnu liva sum vit onnur.
Og man kann helst brúka onnur argument, men tað vikar ikki við tann verunleika, at tað eru menniskju av sama kyni sum liva saman sum pør, og at tey eru sett uttanfyri lóg og rætt!
Og tað viðførir sjálvandi eisini, at tað eru børn sum vaksa upp uttanfyri lóg og rætt.

Tøgnin óvirðulig
Er tað virðuligt, at okkara parlament er niðurbundið og fjøtrað, soleiðis at tað ikki sleppur at lóggeva fyri alt fólkið?
Kunnu vit í fólkaræðinum standa model til at partar av fólkinum eru settir uttanfyri lóg og rætt?
Samd ella ósamd – fólkaræðið má sleppa at virka!
Føroyar mítt føðiland Føroyar!