- Uttanlandsnevndin ikki krav uppá kunning

Hóast næstformaðurin í Uttanlandsnevndini í morgun hevur funnist at løgmanni og fiskimálaráðharranum, fyri at hava fundast við Villy Søvndal í morgun uttan at hava boðað Uttanlandsnevndini frá, so er einki at koma eftir. Tað heldur Bjørn á Heygum, sakførari.

Í grein aðrastaðnis á portalinum sæst, at Uttanlandsnevndin ikki varð tikin uppá ráð, áðrenn Kaj Leo Holm Johannesen og Jacob Vestergaard fóru á fund við Villy Søvndal í morgun.

Høgni Hoydal, næstformaður í Uttanlandsnevndini heldur, at tað er burturvið, at løgmaður og fiskimálaráðharrin ikki ráðførdu seg við Uttanlandsnevndina áðrenn fráferðina, men Bjørn á Heygum, sakførari, er ikki samdur.

Hann vísir á, at úrslitið av fundinum var eitt bræv til Mariu Damanaki, har landsstýrið bjóðar inn til samráðingar um ósemjurnar kring norðhavssildina, og hetta er ikki at fara út um heimildirnar hjá landsstýrinum.

- Eg tulki Stýrisskipanarlógina soleiðis, at landsstýrið skal ráðføra seg við Uttanlandsnevndina um týðandi avgerðir vera tiknar - ikki hvørja ferð landsstýrið ætlar at bjóða nøkrum inn til samráðingarborðið, sigur Bjørn á Heygum, sakførari.