Uttanlandsnevndin verjir borg

Bjørn á Heygum

Tað gongur skjótt í hesum døgum.Uttanlandanevndin við Johan Dahl á odda skjeyt uppskotið um Íslandssáttmálan niður vegna tess, at hann løgfrøðiliga ikki var borðbarur. Hetta uppskot frá Jóannes Eidesgaard løgmanni var í veruleikanum eiin blanco heimild frá Løgtinginum at leggja lóggávuvald uttan fyri Løgtingið til eina sonevnda serkøna nevnd, soleiðis at øll lóggáva sum ikki samsvaraði leypandi broytingum í sáttmálanum, umsitingarliga skuldi kunna dømast deyð at vera.
Tíbetur fyri rættartrygdina vann hetta uppskotið um at niðurlaga lóggávuheimild løgtingsins ikki frama, og er nú steðgað av eini skilvísari nevnd til Landsstýrið hevur gjørt sítt heimaarbeiði til lýtar.

Hovstunnilin
Næsta uppskotið sum fekk somu lagnu var uppskotið hjá Bjarna Djurholm um at leggja útreiðslurnar til Hovstunnilin uttan fyri fíggjarlógina, so Landsstýrið kundi stinga høvdið í sandin og ikki síggja lítið hugaliga fíggjarliga veruleikan í eyguni.
Seinastu tíðindini vilja so vera við, at Landsstýrið er bankað uppá pláss og við tungum huga er gingið við til, at nógv umtalaði opinleikin og gjøgnumskygni nú eisini skal fevna um Hovstunnilin.

Barnsburðargrunnurin
Triðja gølumálið úr Landsstýrinum, sum neyvan heldur er stovureint og átti at fingið somu lagnu sum tey bæði undanfarnu, er innkrevjingin til barnsburðargrunnin,
Uppskot Landsstýrisins gongur út uppá, at gjaldið skal ásetast av landsstýrismaninum innan ávísar karmar (interval við lofti) og fara í serligan grunn umsitin av pørtunum á arbeiðsmarknaðinum.

Uppskotið í andsøgn við stýrisskipanina
Løgtingskrivstovan ger í hesum sambandi púra greitt, at uppskotið eftir øllum at døma er í stríð við § 41 í stýris-skipanarlógini, sum sigur at skattur bert kann ásetast við løgtingslóg,
Løgtingsumsitingin definerar sostatt gjaldið til barnsburðargrunnin sum ein skatt, sum ikki kann ásetast umsitingarliga.
Formansskapurin í løgtinginium tók hetta tilmæli til eftirtektar og gjørdi staðiliga greitt, at uppskotið átti at vera víst aftur.

Ivin kom landsstýrinum til góðar
Men løgmaður vildi ikki, at hesin ivin skuldi koma formansskapinum og løgtingsumsitingini til góðar. Hann legði trýst á samgongutingmenninar við tí sannførandi grundgeving, at ongin var við síðuna av ella omanfyri Løgtimgið  Løgtingið var jú suverent  og ikki minst - talan var í hansara hugaheimi um eina politiskt pragmatiska loysn.
Hóast stóran iva millum samgongulimir, sum treyðugt vildu ganga ímóti egnari umsiting og formansskapi, so fekk løgmaður í eini lítlari pausu snarað meirilutan inn aftur á beint.
Góð yvirtalilsisevni hesin løgmaður - tað skal hann eiga!
So bleiv uppskotið trumfað ígjøgnum tingið við atkvøðunum frá samgongunu, undantikið limunum í formansskapinu Edmund Joensen og Óla Breckman, sum ikki vildu avnokta sína egnu umsiting soleiðis sum løgtingsmeirilutin. Og skal rætt vera rætt, so var Johan Dahl eisini loyalur mótvegis formansskapinum og atkvøddi ímóti.

Rættartrygdin í vanda
Men hvat er hetta fyri nakað, sum gongur fyri seg í løtuni. Er rættartrygdin ikki álvarsliga í vanda, tá Løgtingið velur at fylgja landsstýrisumsitingini heldur enn egnari umsiting og formansskapi? Henda sama umsiting, sum skal verða bulverk og garantur fyri, at alt lóggávuarbeiði fer fram á lógligan og halddgóðan hátt, samstundis sum javnvágin millum lóggevandi og útinnandi vald verður tryggjað.
Skal ein ivi um lóggildi av einum uppskotið um barnsburðarskipan veruliga koma útinnandi valdinum til góðar heldur enn lóggevandi valdinum, kundi hóskandi verið spurt?
Eigur ein slíkur ivi um møguligt ósamsvar við stýrisskipanarlógina ikki altíð at føra til, at uppskotið verður avvíst til fullgóð vissa er fingin fyri at ongin andsøgn er millum hesa lóggávu og yvirskipaða lóggávu sum stýrisskipanarlógina? Skylda vit ikki hesi lóggávu, sum bert kann broytast av tveimum fylgjandi løgtingum, so mikið av virðing, at uppskot sum liggja á kantinum og enntá heilt uttanfyri mark, ikki bara vera trumlaði ígjøgnum. Og serstakliga í einum føri, tá Løgtingið frammanundan staðiliga er ávarðað av væl skikkaðum fólki við hollari løgfrøðiligari útbúgving í løgtingsins egnu umsiting?

Løgtingið sýnir manglandi støðufesti
Føroya Løgting skal í øllum førum hava nakrar sera góðar grundir til at avnokta formansskapin og løgtingsskrivstovuna. Løgtingið kann heilt einfalt ikki lata seg traðkað av einum politiskt kroystum løgmanni í einum so principiellum máli. Vandi er heilt eyðsæð fyri, at ein slík avgerð leggur lunnar undir eina åhaldandi undirgraving og upploysn av heimildum og eftirlitsmyndugleika løgtingsins.
Vónandi kann Løgtingið sýna meira støðufesti eina aðru ferð, tí við hetta lag er álvarsligur vandi fyri at Løgtingið bert gerst eitt hent amboð hjá opportunistiskum landsstýrismonnum, sum onki fyrilit hava fyri grundleggjandi virðunum í rættarsamfelagnum.