Fyri eitt og hvørt land er tað av alstórum týdningi, at hava ein størri útflutning enn innflutning.
Útheimurin skal keypa meir frá okkum enn vit frá teimum, tí annars fáa vit eitt undirskot á gjaldsjavnanum.
Eitt undirskot á gjaldsjavnanum merkir, at skuld okkara til útheimin veksur, og tað er ikki røtt gongd.
Í teimum gyltu áttati árunum var einki óført. Lønarlagið høgt, skatturin lutfalsliga lágur og aðrir fyrimunir, sum gjørdu at nýtslan øktist rættiliga nógv.
Og tá vit ikki framleiða bilar, skógvar, sjónvørp o. l. í Føroyum og eitt nú heldur ikki hava trøð og skógir, so at vit hava ein træídnað, so eru vit noydd at innflyta allar hesar vørur úr útheiminum.
Slíkt sæst aftur á gjaldsjavnanum - beinanvegin.
Fer nýtslan - og harvið innflutningurin - upp, uttan at útflutningurin økist, so endar tað lættliga við einum undirskotið á gjaldsjavnanum.
Og tað hendi í Føroyum.
Undirskotið á føroyska gjaldsjavnanum var stórt í áttatiárunum. Í 1988, um tað mundi tá nýtslan óiva var upp á tað hægsta, var undirskotið á føroyska gjaldsjavnanum umleið 2 mia. krónur og samlaða føroyska uttanlandsskuldin var tá út í móti átta mia. krónum.
Skrædlið bjargaði gjaldsjavnanum
Árini eftir minkaði gjaldsjavnahallið so líðandi, og í 1991 var fyri fyrstu ferð í nógv harrans ár talan um eitt yvirskot á gjaldsjavnanum.
Á ein hátt kann sigast, at tað var kreppan, sum bjargaði gjaldsjavnanum uttan tó at siga, at tað var gott at kreppan kom.
Við árslok 1992 vísti gjaldsjavnin enn eitt yvirskot um tað tó ikki var so stórt, so var tó talan um at vit útfluttu fyri meir enn vit innflutt fyri.
Síðan 1992 hevur tað sæð nógv betri út.
Seinastu fýra árini hevu gjaldsjavna yvirskotið ligið um eina mia. krónur og slíkar upphæddir síggjast væl aftur tá vit fara at hyggja at uttanlandsskuldini, tí hon er nevniliga um at verða horvin.
Nettoskuldin
burtur við árslok
Tá nettouttanlandsskuldin var uppá tað hægsta - í 1990 - var hon uppá umleið 8,5 mia. krónur.
Men síðan 1990 hevur tað bara gingið tann rætta vegin. Og størri gjaldsjavnayvirskotið hevur verið, jú minni verður nettouttanlandsskuldin.
1996 var fyrstu árið síðan 1985, at uttanlandsskuldin fór niður um 4 mia. krónur og í 1997 minkaði hon enn meir og kom niður á góðar 2 mia. krónur.
Í ár hava føroysku myndugleikarnir gjørt avtalu við donsku stjórnina, sum eftirgevur 900 mió. krónur og harvið er nettoskuldin komin niður á eina mia.
Av tí at útlit eru fyri at gjaldsjavnayvirskotið fyri 1998 verður eins gott og í 1997, so sær út til, at nettouttanlandsskuldin hjá føroyingum er burtur við árslok.
Almenna skuldin
er har enn
Tað at nettoskuldin er burtur merkir ikki, at føroyingar onga uttanlandsskuld hava.
Almenni sektorurin hevur eina lutfalsliga stóra uttanlandsskuld uppá umleið 5 mia. krónur.
Henda skuldin skal gjaldast aftur, og sambært avtaluni við danir, skulu føroyingar næstu nógvu árini gjalda 321 mió. krónur í rentum og avdrátti til almenna uttanlandsskuldin er burtur.
Hinvegin eigur tann privati sektorurin samsvarandi nógv 5 mia. krónur uttanlands.
Men vit kunnu í hvussu er siga so mikið, at vit hava minkað skuldina úr góðum átta mia. krónum niður á null eftir átta árum.