Uttanríkismálaráðharrin vitjar Føroyar

Ein av gestunum á arktisku ráðstevnuni, sum verður í Norðurlandahúsinum í morgin og mikudagin, er Anders Samuelsen, danski uttanríkisráðharrin.

 

Á vitjan síni í Føroyum fer Anders Samuelsen á fund við Poul Michelsen, landsstýrismann í uttanríkis- og vinnumálum.

- Eg gleði meg at vitja aftur í Føroyum. Tað er týdningarmikið fyri meg at varðveita eitt tætt samskifti við Føroyar um tey uttanríkispolitisku kjarnuøki, sum vit samstarva um dagliga. Eg gleði meg eisini til at luttaka á Arctic Hubs, arktisku ráðstevnuni, og at læra meiri um føroyskt vinnulív, sigur uttanríkismálaráðharrin.

 

Á vitjan síni á arktisku ráðstevnuni, sum Poul Michelsen og Ólafur Ragnar Grímsson, fyrrverandi forset í Íslandi, eru vertir fyri, fer uttanríkismálaráðharrin millum annað at leggja dent á burðardygga og framtakshugaða vinnumenning í arktiska økinum.

 

Umframt at hitta landsstýrismannin og luttaka á ráðstevnuni, fer Anders Samuelsen eisini at hitta uttanríkisnevnd Løgtingsins at kjakast um týdningarmestu uttanríkispolitisku evnini og at vitja føroyskar vinnufyritøkur.