Uttanríkisráðið og Samvit leggja saman

Samanleggingin av Uttanríkisráðnum og Samviti er ein rationalisering, sum tryggjar ein bíligari rakstur við einari einfaldari fyrisiting, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í uttanríkismálum - Búskaparligu útlitini krevja umhugsni, rationaliseringar og sparingar í almennu fyrisitingini. Hetta hevur við sær, at Uttanríkisráðið og Samvit leggja saman, sigur Jørgen Niclasen.

Jørgen Niclasen, uttanríkisráðharri, sær møguleikar í samanleggingini.

- Samanleggingin av Uttanríkisráðnum og Samviti er ein rationalisering, sum tryggjar ein bíligari rakstur. At leggja stovnarnar saman, styrkir eisini um fakliga førleikan hjá starvsfólkunum, sum verða betri ílatin til at loysa tær uppgávur, ið eru okkum álagdar, sigur uttanríkisráðharrin.

Fleiri av starvsøkjunum hjá báðum stovnum hava verið tey somu. Úr rúgvuni kunnu nevnast: ferðavinna, handilsferðir, útflutningsátøk, vinnuráðgeving, mentanarátøk, tónleikavinna og tjóðarbranding. Samanleggingin hevur tískil við sær, at peningaliga og fyrisitingarliga orkan verður betri gagnnýtt, og umsitingin verður einfaldari og bíligari.

- Eg haldi, at tað er av stórum týdningi, at vit hava eitt vælskipað og virkið Uttanríkisráð, sum tryggjar føroysku áhugamálini í altjóðasamfelagnum, sigur Jørgen Niclasen