Eftir Hanus Kamban
?????????
FYRSTI PARTUR
Strategisk nýhugsan
Harold Wilson
Seint á sumri 1964 legði undirritaði saman við trimum øðrum føroyskum unglingum leiðina suður til Bournemouth at nema kunnleika til enskt mál og enskar bókmentir. Nakað av tí fyrsta, vit upplivdu, var at sleppa at fylgja við í einum bretskum politiskum valstríði. Tey Konservativu tá høvdu havt valdið í 13 ár, og Churchill, Eden, Macmillan og Sir Alec Douglas-Home høvdu skiftst um at mynda stjórn.
Tann maður, sum átók sær at føra stríðið ímóti yvirstætt og afturhaldi, var tann nýggi arbeiðaraleiðarin Harold Wilson. Valstríðið var hart, og eingi vápn vórðu spard til at fella Labours knáa Dávid. Wilson vann tó ein ógvuliga tepran sigur og sessað-ist í Downing Street við einum meiriluta upp á 4 tinglimir. Tað kendist tó sum ein stórhending, at Labour eftir 13 ár úti á berajóli aftur tók um róðrið í Bret-landi, og eg minnist enn tað næstan rúsandi kenslu av nýbyrjan, sum eyðkendi vinstrabløðini, eitt nú tíðarritið New Statesman, sum eg var farin at lesa.
Búskapur sum fótongul
Wilson, sum tóktist vera bæði dugnaligur, arbeiðssamur og sprækin, umboðaði eina sið-bundna javnaðarhugsan, sum hann greipaði saman við tí, til tað, nýggja hugtakinum technology, tøkniligari nútímansgering av Bretlandi. Hansara bragdliga innreið hevði við sær ta kenslu, at nú blástu nýggir vindar, sama bragd av frískligum tíðarskifti, sum dreiv úr tónleikinum og tekstunum hjá The Beatles, sum ein hevði høvi til at hoyra og síggja á konsert fáar mánar seinni í sama býi.
Á valinum hálvtannað ár seinni fekk Wilson økt um sín meiriluta, so hann nú kom upp á 98 tinglimir. Um hetta mundið hevði Wilson-stjórnin tó rent seg í óslættan sjógv. Nógv orka fór til, uttan úrslit, at avbyrgja tað rasistiska stýrið hjá Ian Smith í Rhodesia (seinni Simbabve). Stuðulin til kríggið í Vietnam fekk ilt í vinstravongin, og vánaligur handilsjavni gav stjórnini ridlut støði. Hóast framgongd í búskapinum nakað seinni fall Wilson-stjórnin óvæntað á valinum í 1970. Tann konservativi Edward Heath tók við valdinum og førdi í 1972 Bretland inn í ES.
Tony Blair
Umframt Wilson høvdu, til stálkvinnan Margaret Thatcher so andbráð, eftir tann sonevnda winter of discontent, marsjeraði inn í Downing Street í 1979, tríggir aðrir Labour-leiðarar sitið við valdinum í Bretlandi. Teir vóru Ramsay MacDonald, Clement Atlee og James Callaghan.
Atlee sat við valdinum í stív fimm ár, Wilson í sløk fimm ár, hinir í stytri tíðarskeið. Allar fýra arbeiðarastjórnirnar kollsigldu, tí tær rendu seg í búskaparligt illveður. Tað tóktist vera ein natúrlóg, at Labour megnaði ikki at stýra Bretlandi, og serstakliga at flokkurin hevði ikki lykil til búskaparpolitikkin - høvuðsportrið inn í tað lovaða landið.
Í dag - í okkara merkiligu og torskiltu tíð - er henda natúrlóg sett úr gildi. Fyri einum mána síðani førdi ein spelkin og brasin ríkisovasti Labour inn í Downing Street á triðja sinni. Sigurin var ikki so stórur, sum hann hevði ynskt, men kortini - í tingmannatali - væl størri enn meirilutin hjá Wilson í 1964.
Tony Blair hevur nú havt valdið í Bretlandi í átta ár, longri enn nakar annar Labour-leiðari undan honum. Eydnast tað honum at halda á valskeiðið at enda, hevur hann tá sitið við valdinum í 12 ár. Hann hevur boðað frá, at hann ætlar ikki at halda fram í Downing Street eftir næsta val. Men flokkur hansara kann vinna eitt val aftrat og, kanska við Gordon Brown sum stjórnarleiðara, hava valdið til 2013.
Eg fari í hesi greinarøð, við støði í ævisøguni Blair eftir Anthony Seldon, søgufrøðing og rektara fyri Brighton College, at royna at lýsa fyribrigdið Blair, mannin og hansara politikk.
Tríggir musketerar
Politikkur snýr seg, kunnu vit siga í stuttum, lutvís um at varðveita valdið, og lutvís um at brúka valdið til at fremja nøkur mál. Ella, sagt øðrvísi, um valdið sum mál í sær sjálvum og um valdið sum miðil til nakað annað, eina politiska ætlan. Um vit nú halda okkum til hetta fyrra, hvussu hevur Blair-stjórnin borið seg at við at vinna trý val og loypa um upp ta høgu og hálu gátt, sum allar Labour-stjórnir higartil eru dotnar um?
Svarið tykist tengt at einum paradoksi. Tony Blair kom inn í Labour sum eitt óskrivað blað, við ongum rótum í hesum flokki, við at kalla ongari politiskari kjølfestu og lítlari søguligari vitan. Hann bleiv valdur inn í Parlamentið í 1983, sum umboð fyri Sedgefield. Hansara dygdir tey fyrstu árini vóru, at hann var tungufimur, høviskur og vinsælur maður.
Men Blair var ikki tornæmur maður. Saman við tveimum vinmonnum og politiskum lagsbrøðrum - Peter Mandelson og Gordon Brown, sum eisini vórðu valdir í 1983 - fór hann undir at granska politikkin hjá Labour, floksins prinsipiella stavnhald, innihald og stíl. Var kanska brúk fyri nýhugsan, hvat stavnhaldi ella borðreiðing viðvíkti? Kundi tað hugsast, at tíðarrákið - hesin bæði gátuføri og strangi harri - nú setti treytir, sum eingin politiskur flokkur hevði ráð til ikki at geva sær far um?
Tær heilagu kýrnar
Úrslitið av rannsóknunum hjá Mandelson, Brown og Blair gjørdist tann stevna, sum í dag ber navnið New Labour. Sum dømir um, hvat hesin politikkur fataði um, fari eg at nevna tvey prinsipiell mál.
Annað er tað, sum bretar nevna the closed shop. Her verður sipað til rættin hjá yrkisfeløgum til at krevja av fólki í einum virki ella á einum arbeiðsplássi, at tey skulu noyðast at vera limir í einum fakfelag. Eftir at rætturin til at sleppa undan hesi treyt varð staðfestur í tí nýggja sosiala sáttmálanum hjá ES, reistu Tey Konservativu málið í Parlamentinum. Hetta var í 1989, og Blair, sum tá var arbeiðsmálaráðharri í skuggastjórnini hjá Labour, kunngjørdi tann 17. desember, at flokkurin ikki longur stuðlaði yrkisfeløgunum í hesi treyt.
Við hesum ósosialistiska, men klóka stigi ripti Tony Blair eitt vápn úr hondunum á sínum mótparti. Samstundis var tað tog, sum bant Labour at fakfeløgun-um, slitið. Óttin fyri yrkisfelaganna "harðræði", sum higartil hevði stygt mangan miðalstættar veljara burtur frá Labour, var nú sum við gandi rikin burtur.
Burtur frá reinari sosialismu
Hitt málið var tengt at spurninginum um tað sonevndu grein IV ("Clause IV) í reglugerðini hjá Labour. Í greinini, sum er frá 1918, var tilskilað, at flokkurin bant seg til at virka fyri, at framleiðsla og onnur vinna vóru felagsogn hjá fólkinum. Greinin hevði, sum staðfesting av reinum sosialistiskum politikki, alstóran prinsipiellan týdning.
Tá ið Tony Blair í 1994 varð valdur til nýggjan formann í Labour, fór hann at virka fyri, at grein IV bleiv avtikin. Eftir hart stríð, har stívrendir vinstramenn sum Arthur Scargill bardust við hond og fót ímóti hesi broyting, kom málið til atkvøðugreiðslu á floksins ráðstevnu tann 29. apríl 1995. Blair vann atkvøðugreiðsluna við einum meiriluta upp á 65%.
Hamurin sum søluvøra
Aftan fyri hesar broytingar lógu bæði ein hugmyndafrøðilig skrá og ein medvitin valstrategisk ætlan. Hvat innihaldi viðvíkti, var ætlanin at evna til eina triðju leið - eina sigling onkustaðni mitt ímillum siðbundnan vinstrapolitikk og nútíðar marknaðarbúskap, millum samfelagsliga umsorgan og liberalismu. Hvat valstrategi viðvíkti, var endamálið at bróta inn í hagan hjá Teimum Konservativu, koma á tal við - ikki bara tann vanliga Labour-veljaran - men fólk úr miðalstættunum, sum vanliga valdu konservativt ella liberalt.
Sambært rannsóknunum hjá Mandelson, Brown og Blair var Labour undir Margaret Thatcher rikið í ein tronga. Flokkurin slapp ikki út úr aftur hesum typpi, og útlit vóru til, at hann ongantíð aftur fór at fáa ein meiriluta. Tann nýggi politikkurin skuldi - miðvíst, treiskliga og vísiliga bygdur upp - gera enda á hesi oyðimarkargongd. Neyðugt var, fyri at fáa veljarar-nar, partar av vinnulívinum og teir sterku fjølmiðlarnar í sín part, at ofra nøkur heilag prinsipp.
Umframt innihald og strategi løgdu teir tríggir musketerarnir stóran dent á stíl, borðreiðing, fasadu, skræðu. Tá ið fólk sum Anji Hunter, Alastair Campbell og flogvitið Philip Gould vórðu knýtt at Blair sum ráðgevar, gjørdist hetta stílkonseptið til eitt slag av vitskapi. Kannað varð, við spurnarbløðum, samrøðum osfr. eftir, hvørji slagorð, hvørjar keipur, hvat slag av brosum talaðu til ta - hagfrøðiliga sæð - breiðastu fjøldina. Var tað nóg mikið bara at vera brosandi og fagurlátin, ella skuldu kanska aðrir "bollar í suppuna", eitt nú álvarsemi, fastleiki ella vreiði?
Aladdin og Nureddin
Hesar og aðrar rannsóknir og nýhugsanir gjørdust støðið undir tí tilgongd, sum endaði sum New Labour. Tann nýggi arbeiðaraflokkurin bleiv skaptur sum ein frukt, lutvís av (í ein ávísan mun) ráksnúnari hugmyndafrøðiligari skáksigling, lutvís av reklamuvísindum og vakurleikagransking.
Av teimum trimum garpunum, sum gingu á odda í hesum frambroti, var Gordon Brown tann elsti og royndasti. Hann hevði røtur í arbeiðaraflokkinum, hevði hugmyndafrøðiliga vitan, var rithøvundur og hevði akademiska útbúgving (hann skrivaði doktararitgerð um tann skotska arbeiðaraflokkin). Men fyrst og fremst skaraði hann framúr í búskaparligum innliti. Tað var tí semja millum teir tríggjar, at - skuldi teirra ætlan eydnast - var Brown favorittur til at gerast floksleiðari og, seinni, forsætisráðharri.
Blair verður formaður
Men so við og við broyttist myndin. Sum Blair las, lærdi, fekk álitisstørv í Labour og royndi sítt flog, vaks hansara sjálvsálit. Onnur - bæði í Labour og uttanfloks - varnaðust henda tungufima, kurteisliga og vituga mannin. Vinir og ráðgevarar hildu, at eingin orsøk var til, at Blair varð standandi í øðrum rað. Tá ið so John Smith (sum hevði tikið við í 1992 sum formaður í Labour, tá ið Neil Kinnock tók seg aftur) brádliga andaðist í mai 1994, skeyt Tony Blair seg sjálvan upp sum formansevni - og varð valdur.
Spælið var vunnið. Blair hevði, heldur ómakaleyst, trivið um róðrið, meðan Brown - tann seinføri, men meira royndi, arbeiðssami og dugnaligi - stóð brúnasíður og hugdi at, og helst kendi seg snýttan. Vinskapurin millum teir báðar lagsbrøðurnar var fokin. Men samstarvið mátti halda fram.
Annar partur av hesi greinarøð fer mest at snúgva seg um samstarvið við Bush og bardagan móti Saddam Hussein, Blairs størstu politisku avbjóðing. Fyribils ber til at staðfesta, at Tony Blair, við konservativum pápa og ongum tilknýti til Labour, er uttanstrokið - ella, sum eisini verður sagt: avtseitarin - sum blæsur nýggja, og øðrvísi snaraða, megi í tann bretska arbeiðaraflokkin.