Útvístur fyri falskt pass

Ein maður í tretivunum, sum kom til Føroya við Norrønu í gjár, vísti eitt falskt pass, tá ið hann varð biðin um samleikaprógv. fongsulsrevsing og útvístur úr Føroyum við innferðarbanni í trý ár.

 

Í grundlógarhoyring í Føroya Rætti fyrrapartin játtaði maðurin seg sekan. Hann varð dømdur 40 daga treytaleysa fongsulsrevsing og útvístur úr Føroyum við innferðarbanni í trý ár.

Maðurin, sum er úr Albania, hevur einki tilknýti til Føroyar. Hann kom til landið við Norrønu í gjár, og tá hann varð biðin um at vísa samleikaprógv, vísti hann tollvaldinum eitt falskt pass.

 

Maðurin varð handtikin og førdur fram til grundlógarhoyring í Føroya Rætti fyrrapartin í dag.

 

Skjalafalsan er eitt sera álvarsamt lógarbrot, og tað sæst eisini aftur í dóminum.

 

Maðurin varð dømdur 40 daga treytaleysa fongsulsrevsing og útvístur úr Føroyum við innferðarbanni í trý ár.