Føðingardagur
Í gjár, 6. november, fylti æðuvíkingurin, Kristian Sofus Davidsen, 101 ár.
Kristian, sum býr í Kanada, flutti úr Føroyum fyri mongum árum síðan og hevur ongantíð vitjað aftur á klettunum.
Tá ið Kristian í fjør fylti 100 ár, vóru ættarfólk hjá honum úr Føroyum í Kanada og vitjaðu.
Eins og aðrir føroyingar tá á døgum, fór Kristian úr Føroyum í 1920-unum at finna sær arbeiði.
Hann búsetti seg í Kanada og hevur sum nevnt ongantíð vitjað aftur í Føroyum øll hesi mongu ár.
Tey, ið vitjaðu Kristan á hansara 100 ára føðingardegi í fjør, høvdu ein góðan túr har yviri.