KÍF ? VÍF 22-30 (11-16)
Munurin millum ovastu og niðastu rók í føroyskum 1. deildarhondbólti varð sýndur fram leygardagin, og tað vísti seg eisini rættuliga skjótt, at KÍF ikki hevði nakran møguleika at standa seg móti vestmenningunum.
Breiðan hóp
Vestmannaliðið byrjaði nevniliga beinanvegin at leggja sjógv ímillum seg og kollfirðingarnir, og hóast kollfirðingar royndu ymisk kynstur, m.a. at mansverja Inga so at siga allan dystin, so var ongantíð ivi um úrslitið.
Tað at mansverja Inga viðførdi annars, at Sámal ikki varð spældur so nógv upp, sum hann plagar at verða, men samstundis gav hetta eisini betri pláss til hinar vestmenningarnar, og hetta dugdi serliga Johnny Joensen at gera sær dælt av.
Hetta sigur eisini nakað um, hvussu stór breiddin á vestmannaliðnum er. Hóast tað er Sámal, sum vanliga skjýtur tey flestu málini, so hevur liðið so sanniliga eisini aðrar leikarar, sum eru væl vitandi um, hvussu ein hondbóltur eigur at verða handfarin. Harumframt hevur liðið tann eginleika, sum er so ómetaliga týdningarmikil fyri eitt topplið. Teir duga snøgt sagt ikki at tapa, og tískil verður skarvurin ongantíð givin yvir, líka mikið hvussu svart tað sær út.
Hesum eginleika fingu teir tó ikki brúk fyri leygardagin, men fyrr í ár hava teir víst part av hesum. Bæði tá teir vendu einum hóttandi stórtapi móti neistanum til ein stórsigur, eins og tað mundi eydnast teimum at venda gongdini í sera spennandi oddadystinum inni á Skála fyri 2 vikum síðani.
Stríðast væl
Hava vestmenningarnir ein breiðan og sterkan hóp, so er talan um júst hitt øvugta hjá kollfirðingunum. Í løtuni situr leikandi venjarin, Egill Steintórsson uttan fyri við einum skaða í økslini, og hóast hann er komin nakað upp í árini, og tískil ikki megnar tað sama, sum hann gjørdi fyri nøkrum árum síðani, so tykist hetta vera ein stórur missur hjá kolfirðingunum.
Hetta sæst fyrst og fremst aftur í, at tað eru alt ov fáir leikarar, sum megna og tora at taka ábyrgd á seg. Harafturat tørvar liðnum skjúttar, og hevur hetta við sær, at mótstøðuliðini so at siga kunnu dekka 6-0 alla tíðina móti teimum, uttan at skula vera bangnir fyri, at nakar kollfirðingur fer at skjóta teir sundur og saman.
Kollfirðingarnir skulu tó eiga, at teir altíð taka uppgávuna í størsta álvara, og verður sami stíðsandi varveittur alt kappingarárið, munnu teir hóast alt fara at megna at skava sær nøkur stig saman. So er spurningurin bara, um hetta verður nóg mikið til at halda antin hoyvíkingarnar ella runavíkingarnar undir sær á stigatalvuni.
Aftur á odda
Við sigrinum kom VÍF ájavnt við strandingar í stigum, og hóast teir nú hava leikt ein dyst meira enn hitt oddaliðið, so man tað kennast fløvandi hjá teimum, at teir nú eru á odda. Mikudagin fáa teir høvi at styrkja um oddastøðuna, áðrenn teir í báðum teimum seinastu dystunum skulu leika móti ávíkavist Kyndli og StÍF í tveimum dystum, sum fara at gera av, hvør skal liggja ovast, tá farið verður í vetrarfrí.
Kollfirðingarnir mugu framvegis finna seg í at liggja niðast á stigatalvuni, og hetta verður helst eisini støðan um eina viku, tá teir skulu til Havnar at royna seg móti bygdarfelaganum, Heina Joensen, sum saman við restini av neistaliðnum helst ætlar sær longur upp á stigatalvuna.
Dysturin í tølum:
KÍF: Jákup Dam 8 (2), Petur Martin Johansen 4 (2), Petur Martin Poulsen 4, Vagnur Johannesen 4, Finn Heri Johannesen 2
VÍF: Johnny Joensen 8, Sámal Joensen 6 (2), Martin Hummeland 4, Harald Bjørgvin 3, Agnar Joensen 3 (1), Petur Fr. Joensen 2, Ragnar Zachariasen 2, Ingi Olsen 1, Hjalmar Klein Olsen 1
Brotskøst: KÍF 6, VÍF 3
Útvísingar: KÍF 4, VÍF 5
Dómarar: Dánial Hansen og Kári Hansen