VÍF er væl á veg

Vestmenningar vístu bæði styrki og dygdir, tá teir í gjár høvdu vitjan av strandingum. Serliga í verjuspælinum hevði VÍF gott tak á dystinum, sum StÍF ongantíð ordiliga fekk sett sín dám á

Næstan seks minuttir vóru farnir, áðrenn fyrsta málið kom í dystinum millum VÍF og StÍF, og hetta bleiv heldur ikki ein av málríkastu upplivingunum í høllini í Vestmanna, tí tá avtornaði, vann VÍF 25-20 og andar tí H71 í nakkan í kappingini um at sleppa í FM-finaluna, sum óivað verður ímóti KÍF. H71 hevur 18 og VÍF 17 stig, meðan StÍF og Kyndil framvegis liggja á 15 stigum.
– Enn tosa vit ikki um finalu, tí her er framvegis nógv, vit kunnu gera betri. Vit eru næstan byrjaðir umaftur fyri trimum vikum síðani, og tað gongur rætta vegin. Men um tað so røkkur í finaluna, er enn ov tíðliga at siga nakað um, sigur venjarin hjá vestmanningum, Henrik Gerster, ið tó ásannar, at fær VÍF alt at ganga upp í eina hægri eind, eigur tað at vera nóg mikið til at koma í finaluna.
Strandingar, sum bara vóru á odda, tá teir skoraðu til 1-0, men annars runnu aftan á vestmenningum allan dystin, eru sjálvandi við har frammi enn, men ásanna, at tað krevst eitt sindur meira, skal tað bera allan vegin í finaluna.
– Eg haldi, at VÍF hevði javnt støði allan dystin, og tað kláraðu vit ikki ordiliga at spæla upp til. Teir eru sterkari nú, enn teir hava verið hinar báðar dystirnar, tá teir hava smurt okkum av, tí tá var tað okkara støði, sum ikki var nóg høgt, ásannar StÍF-venjarin, Alexandur Johansen.
– Vit hava allíkavæl framvegis samband við tey fremstu liðini, men í næstu dystunum skulu vit spæla ímóti Kyndli og hoyvíkingum, og um vit ikki vinna teir dystirnar, so eru vit neyvan við í finalukappingini meira.

»Svenska verju«
Tað var serliga í verjuspælinum, at VÍF hevði gott tak á dystinum, sum StÍF ongantíð ordiliga fekk sett sín dám á. Og tá tað so eydnaðist strandingum at sleppa inn um verjuna hjá vertunum, var Eli Müller ofta seinasti skansin, ið veruliga vardi, so StÍF einki fekk burturúr allíkavæl. Henrik Gerster dylur heldur ikki fyri, at verjuspælinum er hann serstakliga errin av:
– Tað var ein fantastisk verja, vit høvdu í dystinum í dag, og hetta er tað, vit hava vant síðstu tvær vikurnar. Við teimum spælarum, vit hava til taks, kunnu vit manna eina óhugnaliga 6-0 verju, og vit sóu í dag, at vit fingu fatur í øgiliga nógvum bóltum, og at vit eisini bara fingu 20 mál ímóti okkum, er óført, sigur hann, samstundis sum hann grundgevur fyri, hví Sveinur Justinussen ikki bleiv mansvardur allan dystin, sum hann annars ofta hevur verið tað í vetur.
– Jamen, vit mansverja ikki Svein Justinussen, tí vit trúgva so mikið upp á egnan mátt og egna megi, at okkum ikki nýtist at gera tað. Fólk minnast kanska svensku 6-0 verjuna í 90-unum, og teir mansvardu heldur ikki nakran á hinum liðunum, tí teir trúðu upp á seg sjálvar, og tað gera vit eisini.
So løgið tað ljóðar, var tað kanska eisini ein orsøk til tapið, at Sveinur ikki hevði vanliga »yvirfrakkan«, tí StÍF-venjarin helt tað síggjast aftur í spælinum.
– At Sveinur slapp at spæla aftur, var sjálvandi fónt, tí hann hevur verið mansvardur allar dystirnar, burtursæð frá tveimum hálvleikum ímóti Team Klaksvík og tveimum ímóti VÍF, men samstundis merktu vit eisini, at hann mestsum ikki hevur spælt í allan vetur, sigur Alexandur Johansen.

Góða frástøðu
Bæði í fyrra og seinna hálvleiki vóru løtur, tá VÍF fór eitt fitt petti framum. Fyri steðgin vóru vestmenningar eitt skifti á odda 9-3, men tá vóru tað teir ungu hjá StÍF, ið fingu næstan vunnið munin innaftur, tí málini ta løtuna skutu Allan Norðberg, Pætur Joensen og Teitur Nilssen, ið saman við eitt nú málverjanum, Eyðfinni Poulsen, fingu víst, at framtíðin hjá strandingum er í góðum hondum.
– Vit hava gott fólk, men trupulleikin er, at vit ikki eiga neyðugu skotstyrkina í álopspartinum, burtursæð frá Sveini. Hinvegin sóu vit í dag, at VÍF hevur nokk so nógvar skjúttar, og tað fær avgerandi, ásannar StÍF-venjarin, ið serliga mundi sipað til Filip Jojic, ið bleiv toppskjútti við ellivu málum og eisini megnaði at skorað, tá VÍF hevði útvístar spælarar og StÍF royndi at mansverja Jojic.
Eisini miðskeiðis í seinna hálvleiki blivu seks mál á muni, tá VÍF fór upp á 22-16, men tá orkaði StÍF ikki at vinna alt innaftur, men fekk bara skorið munin niður í trý mál, áðrenn VÍF syrgdi fyri at gera arbeiðið liðugt og at enda vann dystin við sínum fimm málum.
Í næstum skulu liðini møtast aftur í hálvfinalunum í steypakappingini, og sum skilst á strandingum, ætla teir at lesa væl uppá og royna ikki at gera somu mistøk sum í gjár, meðan teir í VÍF hinvegin ætla at halda fram við trúnni á egnan mátt og egna megi, hóast Henrik Gerster væl dugir at síggja, at júst slíkir steypadystir kunnu vera tungir:
– Tveir hálvfinaludystir ímóti StÍF kunnu vera óhugnaliga torførir, tí hálvfinalur eru millum ringastu dystir at spæla, tí aftan á teir kemur finalan. Men megna vit at halda fast í okkara konsepti, hava vit ein rættiliga góðan møguleika fyri at koma í steypafinaluna, staðfestir VÍF-venjarin.