VÍF fekk bank

Væl smurda VB-maskinan snøgt sagt vant burtur úr VÍF sunnudagin, og nú tykist gullvegurin at liggja púrasta opin hjá VB

Kvinnuhondbóltur

Ein av absolutt avgerandi ? kanska tann avgerandi ? í FM-stríðnum í kvinnuhondbólti var leiktur í Vági sunnudagin, tá VÍF kom á vitjan. Meistararnir tey bæði seinastu árini hava í ár havt eitt sindur trupult við at liva upp til avrikini frá seinnu árunum, og tó at spælið onkun tíð hevur verið ein fragd fyri eyga, so 45u óneyðug stig tveitt burtur aðrastaðni, og tí hevur liðið ongan tíð megnað at vunnið seg heilt fram í oddin.

VB fann slóðina
Her hevur VB sitið so hampuliga trygt alt árið, tó at munurin onkun tíð er tódnaður nakað nógv. Eitt sindur løgið hevur tað verið, at hóast góðu gongdina í úrslitunum, so hevur VB sera sjáldan rakt stórspælið, sum hevur gjørt tey til kanska mest undirhaldandi liðið seinnu árini. Heldur hevur tað í fleiri dystum verið ein blanding millum sterkast útlendingar og stríðsanda hjá hinum leikarunum, sum hevur borið sigrarnar við sær, men sunnudagin rakti VB aftur á slóðina.
Vi útgangsstøði í eini krútsterkari verju og einum væl leikandi málverja setti VB tað so fyrr eyðkenda kontraspælið í gongd, og tá hetta ikki altíð var gjørligt, royndu tær í stóran mun at sýna umhugsni í álopspartinum, tó at tað her gjørdist talan um fleiri villur av tí meira óneyðuga slagnum.
Hesar kostaðu tó sjáldan nakað serligt, og hampuliga skjott stóð greitt, at her skuldi vilja meira enn væl til hjá VÍF, um nakað skuldi spyrjast burturúr dystinum. Eitt skifti í fyrra hálvleiki høvdu tær eisini hug til at taka seg nakað innaftur á VB, men tá VB so aftur togaði, tóktist VÍF mest sum maktarsleyst.

Mansverjan hjálpti ikki
Seinna umfarið var greitt, at VÍF mest sum ikki visti sær nakran útveg. Roynt var við mansverju av teimum báðum útlendsku, Daivu og Redu, hjá VB, men hetta gav bert betri pláss hjá kviku heimligu leikarunum. Og tá VB framhaldandi helt eins væl fast í verjupartinum, øktist munurin bara.
Sum minuttirnir gingu gjørdist alt meira greitt, at talan skuldi gerast um ein rættiligan stórsigur til VB, og sjálvt VÍF-leikararnir máttu ásanna, at hetta ikki var, sum tað plagdi at vera.
Hóast avgjørt, so slapst ikki heilt undan dramatikki seinastu løtuna. Í eini gjøgnumbrotsroynd varð Daiva Toumaite tikin nakað harðliga, og hetta fekk alla høllina, sum hon var, í kók. Vágbingar vóru í øðini um, at leikur skuldi fara so harðliga fram, nú alt kortini var avgjørt, og tey vóru eisini alt annað enn væl nøgd um, at dómararnir ikki revsaðu hetta við reyðum korti. Hvussu var og ikki, so hildu dómararnir ikki, at revsingin skuldi vera nøkur serlig, og við sinninum í kók kundu vágbingar hóast alt fegnast um, at tey nú eiga avgjørt fremsta kvinnuliðið í landinum.

Vegurin opin
Og nógv bendir á, at vegurin til gullmerkini nú liggur opin fyri VB. Tær eru nú tvey stig framman fyri VÍF, og hava ein dyst til góðar, so í so máta áttu fortreytirnar at veri til staðar.
Enn eru tó fleiri torførir dystir á skránni, og hesir fara fyrst og fremst at vísa, í hvønn mun VB er ført fyri at átaka sær favorittleiklutin. Fyrstur av hesum er uttan iva tann í Havn móti Kyndli, har VB ofta hevur havt stórar trupulleikar, men har tær vunnu greiðan sigur í grundspælinum. Síðani tá hevur Kyndil tó fingið meira ferð á, og tí verður spennandi at síggja, hvussu leikur fer.
Undan hesum verður tó talan um steypafinalu. Tá verður mótstøðuliðið aftur VÍF, og einki er at ivast í, at vestmenningar til ta tíð vilja prógva, at tær framvegis hava nakað at siga, meðan VB hinvegin skal prógva, at tær veruliga eru fremsta liðið í landinum.

Dysturin í tølum
VB-VÍF 25-16 (13-9)
Málskjúttar:
VB: Reda Kurkaskiene 7(3), Laila Jepsersen 6, Gurið Mortensen 5, Daiva Toumaite 4, Arnleyð Hjlem 2, Rannvá Augustinussen 1
VÍF: Sóley Mikkelsen 5(3), Alis Høghamar 3, Jacklin Durhuus 3, Nicoleta Radu 3, Fríða Marjunardóttir 1, Nicolina Eyðbjørnsdóttir 1
Brotskøst: VB 4, VÍF 4
Útvísingar: VB 1
Dómarar úr H71: Jákup Símun Simonsen & Hallur Danielsen.