Tað er einki at taka seg aftur í, at mansliðið hjá VÍF verður nógv broytt komandi kappingarár. Niklas Simonsen, Áki Egilsnes og Nicklas Selvig eru allir farnir til Danmarkar at spæla, meðan Heini Hanusarson, Sámal Joensen og Agnar Joensen ikki halda fram.
Vestmenningar hava tó ikki verið seinir at finna avloysarar. Í dag veit hvannrok.fo at siga, at VÍF hevur gjørt avtalu við málverjan, Mladen Mjerimacka, sum áður hevur spælt við Kyndli, og strikuspælaran Jugoslav Djumic, sum áður hevur spælt við Neistanum.
27 ára gamli Mjerimacka var fyrra árið valdur til ársins málverja í føroyskum hondbólti, men í fjør hevði hann trupulleikar við at fáa spæliloyvi og fór av aftur landinum. Jugoslav Djumic er 34 ára gamal og hevur sum kropssterkur strikuspælari verið kendur í føroyska hondbóltslandslagnum í mong ár.