Hondbóltur
Tá vestmenningar fóru á vøllin sunnudagin, vistu teir sjálvandi ikki, hvussu leikur skuldi fara í hinum dystunum kring landið.
Hjá teimum ráddi um, at gera sín part av arbeiðinum. Og tað gjørdu teir eisini.
Fyri steðgin gekk hetta tó ikki alla tíðina eins væl. Neistin var fyri tað nógva heilt væl við, og tá teir móti endanum av hálvleikinum veruliga fingu ferð, tóktist hetta vera ein strika í rokningini hjá VÍF.
Fyrsta partin av seinni hálvleiki var gongdin eisini hin sama. Eins og dystinum millum liðini bæði í Havn fyrr í vetur megnaði Neistin at fylgja við, men aftur hesa ferð skrædnaði fullkomuliga hjá teimum bláu móti dystarenda.
Vestmenningar, sum hava hópin av royndum spælarum á liðnum, koyrdu alla tíðina sítt spæl, og tá mistøkini frá mótstøðuni gjørdust alt fleiri, beyð ikki bøtur.
Við sigrinum syrgdu vestmenningarnir fyri at gera sín part av arbeiðinum, og sum vera man, so gjørdist lagið ikki verri, tá teir kundu staðfesta, at teir nú eru trý stig undan triða plássinum.
Tað vil við øðrum orðum siga, at megnar VÍF at vinna komandi heimadystin móti StÍF, so hava teir vissað sær pláss í finaluni, áðrenn teir á seinasta leikdegi skulu til Havnar at dystast við Kyndil.
Hinvegin hava vestmenningarnir ofta havt trupulleikar av StÍF. Og megna strandingarnir enn einaferð at seta kílar í, verður spenningurin heilt stórur undan seinasta dystinum. Tá skulu vestmenninar brádliga vinna dystin móti Kyndli, um finaluplássið skal vissast, og tí eru allar súður so langt ífrá syftar enn. Men higar til hevur VÍF gjørt arbeiðið til lítar.
Fakta um dystin
VÍF-Neistin 31-24 (12-12)
Málskjúttar
VÍF: Regin Joensen 7(1), Harald Bjørgvin 6, Rúni Joensen 5(2), Agnar Joensen 4(1), Sámal Joensen 3, John Zachariassen 3, Áki G. Olsen 2, Ingi Olsen 1
Neistin: Blagoje Buha 7(1), Áki Mørk 4, Karl Herup Olsen 3, Birgir Poulsen 3(3), Roar Dalsgarð 3, Rani Slættanes 2, Tróndur Kragesteen 2(1)
Brotskøst: VÍF 5, Neistin 6
Útvísingar: VÍF 4, Neistin 4
Dómarar: Rúni Mohr & Ragnar Simonsen.