VÍF greipuvinnarar dreingir 10 A

Hesir knassarnir hjá VÍF vunnu leygardagin steypafinaluna fyri dreingir 10 A, sum var spæld í høllini í Runavík móti H71. Við sigrinum í dag gjørdust teir greipuvinnar í ár.
Teir vunnu nevniliga eisini føroyameistara finaluna fyrr í mánaðinum. Finalan í dag var annars sera spennandi, eftir vanligu leiktíðina stóð á jøvnum millum VÍF og H71, 5 - 5, Men í umdystinum tóku VÍF dreingirnir dik á seg, og tá umdysturin var av, var støðan 8 - 5 til VÍF, og harvið var sigurin í húsi.
Daniel Rapa hevur vant dreingir 10 A hjá VÍF í vetur.