VÍF-H71 27-21: Samrøður frá FM1

(FM1) Hoyr Vivian Petersen og Inga Olsen venjara hjá VÍF, og Hall Danielsen, H71-venjara seta orð á dystin

Finalan í Faxe Kondi steypakappingini hjá kvinnunum verður ein endurtøka av finaluni í fjør, har VÍF og Kyndil møtast.

Í Vestmanna vann VÍF í dag 27-21 ímóti H71 aftaná ein javnan fyrra hálvleik, har støðan var javnleikur 8-8. VÍF vann fyrru hálvfinaluna í Hoyvík 26-25, og vann harvið samanlagt 53-46.

Heidi Maria Akselsen var toppskjútti hjá VÍF í dag við seks málum. Durita C. Jojic skoraði fimm mál fyri VÍF. Toppskjútti hjá H71 var Guðrið á Borg við sjey málum. Maria H. Weyhe skoraði fýra mál fyri H71.

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá FM1:

1) Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Sjúrð H. Hoydal siga frá seinastu løtuni av dystinum.

2) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við dagsins spælara, málverjan hjá VÍF, Viviann Petersen sum m.a. hevði eina fantombjarging, har hon bjargaði á ein hátt sum Sjúrður vildi nevna eitt karatespark.

3) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Hall Danielsen, venjara hjá H71, ið harmast tapið, men er samlað nøgdur um avrikið unga liðið hjá honum hevur framt í Faxe Kondi kappingini.

4) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Inga Olsen, venjara hjá VÍF, ið kann fegnast um framúr gott avrik í seinna hálvleiki í dag. Ingi Olsen undirstrikar, at tað verður eitt sterkt Kyndils-lið sum VÍF møtir í finaluni, og VÍF má verða uppá sítt besta fyri at endurtaka steypasigurin í fjør.