VB er eins og Kyndil eitt av teimum liðnum, sum møguliga kann geva Neistanum eitt sindur av mótstøðu í einari møguligari FM ella steypafinalu. Men eins og Kyndil, so taptu teir eisin um vikuskiftið.
Heimaliðið kom illa frá byrjan og tíggju minuttir fyri hálvleik var støðan 13-6 til gestirnar úr VÍF/Tjaldur. Eftir time-out sjey minuttir fyri hálvleik kom VB fyri seg, og minkaði um munin til 16-12.
Munurin helt sær allan seinna hálvleik, og tað endaði við, at VÍF/Tjaldur vann við fimm málum. Meðan tað vóru fleiri leikarar, sum skutu fleiri mál fyri felagsliðið, so var Rannvá johannesen stóri málskjúttin hjá VB. Hon skoraði ikki færri enn 11 mál.
Hóast tapi, so er VB framvegis á øðrum plássi, tí Kyndil tapti.
Dysturin í tølum:
VB - VÍF/Tjaldur 25-30 (12-16)
VB: Rannvá Johannessen 11, Mirijana Trbojevic 4, Guðrið Mortensen 3, Helga Eyðunardóttir 3, Christina Holm 3, Tamara Radic 1
VÍF/Tjaldur: Adina Petrea 8, Liljan Djurhuus 7, Heidi Sevdal 6, Sarah Hansen 5, Eilin Hansen 3, Linda Davidsen 1