Kyndil hevði í fjórðingsfinaluni sent Neistan úr kappingini, og tí varð roknað við, at tær kundu geva VÍF ein skarpan gang.
Men tað gjørdist ongan tíð talan um. VÍF var greitt oman á í fyrra hálvleiki, og longu tá farið varð til hálvleiks, var sigurin mest sum vísur.
Eftir steðgin ráddi um at halda tørn, og tað gjørdi VÍF eisini uttan stórvegis trupulleikar.
Fyri VÍF skeyt Liljan Djurhuus 9 mál. Randi S. Wardum og Guðrið G. Eystberg skutu 5 mál í part fyri Kyndil.
VÍF-Kyndil 32-21 (19-9)