Ein dystur í Sunset-kappingini var leiktur í Vestmanna týskvøldið.
Dysturin var millum VÍF og StÍF, og vestmannakvinnur vunnu dystin 25-18.
Hálvleiksstøðan var 13-10 til VÍF.
Ioana Rapa var besti málskjútti hjá heimaliðnum við 12 málum, meðan Poula Olsen skeyt 5 mál fyri StÍF.