Hondbóltur
Sigurin hjá H71 móti VÍF seinasta sunnudag var á leið júst tað, sum skuldi til, fyri at skapa mest møguligan spenning í bestu mansdeildini í hondbólti.
Tað bar við sær, at hoyvíkingarnir nú aftur eru partur av veruliga oddinum, og tað gjørdi eisini, at VÍF ikki skal kenna seg trygt um nakað sum helst.
Og tí er trýstið eisini á vestmenningunum, tá teir sunnudagin taka ímóti StÍF. StÍF hevur higar til fylgt væl við í oddinum, og hóast tríggir fjórðingar eru eftir á mál, so vilja teir avgjørt tosa við um eitt finalupláss saman við VÍF, Neistanum og H71.
Tey bæði seinastu nevndu mugu finna seg í at átaka sær favoritt-leiklutin um vikuskiftið. Gaman í vann KÍF sín fyrsta sigur um vikuskiftið, men avrikini hjá H71 higar til hava bent á, at teir væl og virðiliga eiga at vera klassan betri enn kollfirðingarnir. Og tað sama kann sigast um leiklutin hjá Neistanum móti Kyndli, sum enn eigur síni fyrstu stig tilgóðar.