VÍF vil við í oddin

VÍF-Neistin 34-29 (14-14)

Talan var um undirhaldandi dyst í Vestmanna, har VÍF skuldi reisa seg eftir laka avrikið móti StÍF seinast.

Hesa ferð var VÍF væl betri tendrað, og teir høvdu munin størsta partin av dystinum.

Beint undan steðginum gekk tó galið eina løtu, tá Neistin kom frá 14-8 upp á 14-14, men í seinna hálvleiki átti VÍF aftur munin.

Teir øktu stútt og støðugt um leiðsluna, og hesa ferð settu teir hana ikki í vanda seinastu minuttirnar.

Rúni Joensen skoraði 8 av málunum fyri VÍF. Karl Herup Olsen skoraði 7 mál fyri Neistan.