Vága býráð letur 25.000 krónur til gransking

Miðvágs Fornminnafelag fær 25.000 krónur til at gera granskingararbeiði í lokalu søguna í økinum. Tað samtykti Vága býráð á síðsta býráðsfundi. Tað skrivar kommunan á síni heimasíðu.


Víst verður til, at tað serliga er arbeiðið við at fáa til vega gamlar myndir úr økinum, ið peningurin verður latin til. Harumframt fær felagið eisini stuðul til verkætlanirnar um prestarnar í Vága Prestagjaldi. Myndir, frágreiðingar um prestarnar, brævaskifti v.m., og um føroyingar sum fóru til Kanada, serliga í 1927-29. Nógvir føroyingar fóru til Kanada, harav vóru 11 úr Miðvági, 3 úr Sandavági og 6 úr Sørvági. Funnið er fram keldutilfar í Kanada.


Umframt tær verkætlanirnar, so arbeiðir felagið eisini við at byggja upp eitt bátasavn í kommununi, har ætlanin er at hýsa bátum, umframt fiskireiðskapi, grindareiðskapi og amboð til bátasmíð.