Vágabørn hjálpa neyðstøddum

Fyrstu flokkarnir í Miðvágs- Sandavágs skúla vóru mánadagin í Havn og handaðu formanninum fyri Reyða Krossi Føroya ein stóran kekk til neyðhjálpararbeiðið í Asia

Børnini, sum ganga í fyrstu flokkunum í Miðvágs- Sandavágs skúla lótu mánadagin Reyða Krossi Føroya ikki færri enn 20.000,- krónur til neyðhjálpina í samband við flóðalduna, sum rakti partar av Asia annan jóladag.
Tað vóru foreldur at børnunum í fyrstu flokkunum, ið eru tveir, sum tóku stig til at hava eitt stórt tombola í skúlanum mikudagin 12 januar. Hetta eydnaðist so væl, at børnini kundu fara til Havnar við einum kekki upp á 20.000,- krónur at handa Reyða Krossi.
Børnini høvdu sett formanninum í Reyða Krossi Føroya, Suna Vinther, stevnu í bovlinghøllini, tí tey ætlaðu sær eisini sjálv at fáa okkurt annað burtur úr hesum Havnartúrinum, tey gjørdu í felag. Nevniliga at bovla eina løtu, áðrenn tey fóru vestur aftur.
Foreldur, Sosialurin hevur tosað við, siga, at børnini vóru rættiliga upptikin av tí, sum hent var, og tosaðu nógv um, hvussu tey kundu hjálpa serliga teimum børnum, sum rakt vóru.
Foreldrini vilja fegin takka øllum teimum, sum stuðlaðu tiltakinum. Tað verið seg teimum, sum lótu lutir ókeypis til tiltakið, og ikki minni øllum teimum, sum stuðlaðu við at keypa seðlar.