FRÍTÍÐ: Limirnir í bogaskjótifelagnum Vágaskot kunnu nú síggja fram til at fáa munandi betri umstøður.
Felagið hevur nevniliga gjørt eina sjey ára avtalu við Vága kommuna um leigu av høllini í Miðvágs skúla.
Í síni tíð tað er í 70'unum var ætlanin at svimjihøll skuldi byggjast her, men nú fer ein onnur ítróttargrein at húsast her.
Sambært tí sum heimasíðan hjá Jóanis Nielsen www.jn.fo veit at siga, skal Vágaskot bera kostnaðin av at seta hølini í stand.
Hesin kostnaðurin er mettur til 350.000 krónur. Henda upphæddin er fingin uppá pláss.
Nú verður gólv lagt í høllina, og er ætlanin at taka høllina í brúk 1. oktober í ár.
Í felagnum verður eisini fegnast um, at tann stóra áhugan sum er fyri bogaskjóting í Vágum, serliga millum tað unga fólkið.