Vágar og Mykines hava nógv at bjóða ferðafólki

- Vágar og Mykines teljast millum størstu attraktiónir í ferðavinnuhøpi í Føroyum. Av 10 ferðamálum, sum draga flest fólk til sín, eru helst fimm ella fleiri her hjá okkum, harav Mykines liggur rættiliga ovarlaga, sigur Tordis á Rógvi Simonsen.

 

 

Tordis á Rógvi Simonsen, sum er leiðari á VisitVágar, fer nú í farloyvi vegna barnsburð, og í hennara stað kemur Rasmus Biskopstø, sum fer at starvast hjá VisitVagar í eitt ár. Rasmus hevur seinastu tíðina starvast á kunningarstovuni hjá Tvøroyrar kommunu og hevur eisini royndir innan planlegging. 

- Tað er ógvuliga spennandi at standa á odda fyri VisitVágar, tí her hendir so ógvuliga nógv í løtuni, og eg gleði meg longu nú til at koma aftur úr farloyvi, sigur Tordis.

Í fjør varð kunningarstovan í Vágum umskipað til at vera ein menningarstova, sum tann fyrsta í Føroyum.

- Tað, sum næstu tíðina fer at fylla mest hjá okkum, er arbeiðið við einari grundleggjandi menning av infrakervinum, har nógv orka fer at verða løgd í eitt nú skelting og gøtur, soleiðis at vit kunnu hava ein ferðafólkastreym í okkara øki, sum riggar og tænir sínum endamáli.

Tordis sigur, at tey eru ógvuliga fegin um at síggja nógv ferðafólk í sýsluni, men hon ásannar eisini, at kjarnuuppgávan komandi tíðina verður at arbeiða við at skipa økið so væl sum til ber, tí ein stórur ferðavinnustreymur krevur stýring, tá vit menna eina ferðavinnu, ið tekur atlit til íbúgvar, náttúru og mentan.

- Tað er eingin loyna, at Vágar og Mykines teljast millum størstu attraktiónir í ferðavinnuhøpi í Føroyum. Av 10 ferðamálum, sum draga flest fólk til sín, eru helst fimm ella fleiri her hjá okkum, harav Mykines liggur rættiliga ovarlaga.

Tordis vísir á, at umframt Mykines, eru eitt nú Trøllkonufingur, Bøsdalafossur, Múlafossur og Drangarnir við Tindhólm støð, sum mong vilja síggja og uppliva. Hon vísir á, at í Vágum ber eisini til at leiga øðrvísi smáttur og neyst, og her eru góðar kafé’ir, matstøð, innkeypsstøð og vælvera.

- Vit eru sjálvsagt fegin um at síggja fólk koma vestur higar til dagtúrar, men vit halda, at her er so mikið nógv at vísa fram, eisini av søvnum við nógvari søgu, at ein dagtúrur í Vágum ella Mykinesi er ov lítið. 

Menningarleiðarin heldur, at fólk saktans kunnu brúka eitt vikuskifti - ella fleiri dagar - í Vágum og Mykinesi og soleiðis fáa eina enn størri uppliving í økinum.

- Alternativið er, at fólk kanska í staðin koma fleiri túrar vestur at vitja ígjøgnum summarið fyri at náa at uppliva alt, ið oyggjarnar hava at bjóða, sigur hon brosandi.

Tordis nevnir bæði Pakkhúsið í Bø, sum aftur í ár fer at hava kafé, og hon nevnir ikki minst Fiskastykkið í Sandavági, Gásadalsgarð og The Locals í Mykinesi, sum eisini eru serstøk støð, ið hava opið alt summar. 

- Vit síggja stórt í ferðavinnuni, men líka so stóra, sum vit ynskja hesa vinnu í okkara sýslu, eins væl ynskja vit, at ferðavinnan verður væl skipað, so hon verður ein burðardygg vinna, ið vit kunnu liva av og liva við í nógv ár framyvir, sigur Tordis á Rógvi Simonsen.

Í Sosialinum, sum verður borin í hvørt hús í dag, er stórt tema um at ferðast, og her eru samrøður og greinar um nógvar føroyskar veitarar í ferðavinnuhøpi, eins og nógvir veitarar lýsa við ymiskum, sum tey hava at bjóða.