Vágbingar alla orsøk til at gráta

? Vit eru ómetaliga kedd í Vági og nú vænti eg at tað verður ógvuliga torført at fáa vágbingar at góðtaka eina kommunusamanlegging, sigur Hans Joensen, býráðslimur

Skúladepil og ellisheim

? Tað er ein sorgarstøða í Vági.
Hans Joensen, býráðslimur í Vági, sigur, at vágbingar eru ómetaliga keddir, eftir at Løgtingið gjørdi av at flyta miðnámsskúlan úr Vági og leggja hann í Hovi.
Sjálvur var hann av ítarstu undangongumonnum fyri at varðveita skúlan í Vági.
? Einastu amennu arbeiðspláss vit høvdu í Vági, var skúlin, men nú eru tey eisini flutt.
Hans Joensen vísir á, at hesi seinsastu 15 árini eru ein hópur av almennum arbeiðsplássum fluttúr Vági.
Hann nevnir Strandferðsluna, sum gav Vágs Kommunu 500.000 krónur í inntøku um árið. Hann nevnir eisini Toll- og Skatt, Almannastovuna og sýsluskrivstovuna, sum alt er flutt á Tvøroyri. Og nú seinast eru eisini vardu íbúðirnar í Vági afturlætnar.
Harafturat kom ætlaða frímerkjadeildin heldur ikki til Vágs.
? Vágbingar hava alla orsøk til at gráta, sigur Hans Joensen.

Slættað við jørðina
Í eini seinastu roynd at varðveita skúlan í Vági, samtykti ein meiriluti í Vágs Býráð at fara undir samráðingar um at leggja alla oynna í eina kommunu.
Hetta var eitt stórt stig hjáVágs Býráði, tí higartil hevur tað ikki vilja hoyrt talan um eina kommunu í Suðuroy. Men treytin var eisini, at skúlin varð bygdur í Vági.
Nú skúlin er fluttur, veit Hans Joensen ikki, hvussu verður vorðið við samanlegging.
Hann leggur dent á, at sjálvur hevur hann ikki tikið støðu til spurningin um samanlegging. ? Men eg dugi at síggja, at í løtuni er grundarlagið hjáVágs Kommunu at leggja saman við øðrum kommunum, ómetaliga veikt. Eg ivist eisini stórliga í, um vágbingar høvdu atkvøtt fyri eini samanlegging, soleiðis sum støðan er nú, heldur býráðslimurin.
Høvdu vit fingið skúlan í Vági, kundu vit samráðst um samanlegging á nøkunlunda jøvnum føti við hinar kommunurnar, tí so stóðu báðir partar. Nú liggur annar parturin slættaður við jørðina og tað kann neyvan nakað gott spyrjast burturúr.
Annars staðfesti seinasta samtyktin í Vágs Býráði, at verður skúlin ikki bygdur í Vági, dettur eisini tilboðið um samanlegging, burtur.

Røktarheim vælkomið
Hans Joensen vísir staðiliga aftur, at meirilutin í Vágs er ómóti at byggja røktarheim í Vági.
? Eg havi ongantíð havt nakað ímóti at eitt røktarheim verður bygt í Vági og tað haldi eg heldur ikki, at nakar annar hevur. Eitt røktarheim skal vera vælkomið í Vági og tað hevur býráðið eisini staðfest í eini samtykt um miðnámsskúlan.
? Men eg haldi framvegis, at tað var skeivt at offra skúlan afturfyri. Kundu vit varðveita skúlan afturfyri, góðtóku vit, at røktarheimið skuldi byggjast á Tvøroyri.
Hans Joensen sigur, at er ætlanin at byggja røktarheim í Vági, ivast hann ikki í, at býráðið fer at geva byggiloyvi til tað.
? Men eg fari at seta meg ímóti, at tað verður bygt vesturi á Eiðinum á stykkinum, sum var ætlað til skúlan. Eftir mínum tykki skal eitt røktarheim í Vági byggjast úti á Marknoyri á økinum, sum kommunan hevur lagt av til eldraøki.
? Í býarætlanini fyri Vág, er økið á Marknoyri sett av til eldraøkið og økið veturi á Vatninum sett av til skúla- og ítrótt.
Annars heldur Hans Joensen, at tað verður ikki uttan trupulleikar at seta eitt røktarheim á stovn í Suðuroy, tí her er onki útbúgvið fólk yvirhøvur til at átaka sær arbeiði á einum slíkum røktarheimi.