Vágbingar leysir

Fyri fyrstu ferð í ár er VB komið at kalla úr niðurflytingarvanda, har teir nú hava latið FS Vágar um spurningin um upp- og niðurflytingardystir

Fótbóltur

Tað munnu vera fá feløg, sum kenna spenningin við upp- og niðurflytingardystum betri enn FS Vágar. Fleiri ferðir hevur liðið verið partur av dystunum, sum eftir kappingarárið nýta tveir dystir at gera av, hvat lið skal spæla í hvørjari deild árið eftir. Og nú er so líkt til, at liðið enn einaferð skal gerast partur av hesum uppgerðum.

Hetta varð staðfest, tá VB var á vitjan sunnudagin. Vágbingar hava havt eitt alt annað enn lætt ár, og tó at spælið í nógvum førum hevur verið á heilt góðari leið, so hevur úrtøkan fyri tað mesta verið út av lagi vánalig.
Ein glotti var tó at hóma hjá liðnum, tá teir fyri viku síðani vunnu á KÍ, soleiðis at teir lyftu seg av niðurflytingarsessinum, og nú eydnaðist tað so liðnum at fáa hendan beindan enn longur burtur.
Tað vóru tó vágamenn, sum byrjaðu betur. Longu í fyrstu minuttunum hevði Kim Poulse ein heilt stóran møguleika, tá hann úr stuttari fjarstøðu stútaði á Bjarna Johansen í VB málinum, og tað gekk so heldur ikki long tíð, áðrenn bólturin eisini var farin inn um VB-málverjan.
Uppspælinum stóðu Silva og Jens Erik fyri í vinstra borði, og tá bólturin so varð sendur innfyri, var Clayton Soares fyrstur á.
Yvirhøvur var tað heimaliðið, sum hevði betra takið fyri steðgin. Vágbingar høvdu hinvegin sera ilt við at fáa glið á sítt spæl, og tó at talan ikki var um so nógvar upplagdar málmøguleikar, so mundu heimaáskoðararnir bara bíða eftir, at leiðslan skuldi byggjast út.
Tí kom tað sum vátur vøttur, tá nýggi framherjin hjá VB brádliga fekk javnvág íaftur. Ein bóltur varð stungin inn um fløtu heimaverjuna til Brian Andresen. Vinkulin at skjóta var kanska ikki tann besti, men danin gjørdi skjótt av, og meðan Jákup Joensen í málinum bara kundi hyggja at, smeyg bólturin sær inn um nærmaru stong.
Men vágamenn fullu tó ikki í fátt. Teir hildu áhaldandi fram við at trýsta VB, og teir fingu eisini løn fyri stríðið. Enn einaferð leiktu teir seg ígjøgnum í vinstru. Hesa ferð var tað Clayton, sum legði innfyri, og áðrenn nakar vágbingur varnaðist, tveitti Kim Poulsen seg fram, so hann fekk stútað seg og sínar upp á 2-1.

Var tað heimaliðið, sum stýrdi fyri steðgin, so vóru leiklutirnir skiftir eftir hetta. VB hevði undan steðginum givið eina ávaring, tá tað var um reppið, at Brian Andresen aftur javnaði, og í seinna hálvleiki settu teir seg av álvara á spælið.
Tað skuldi tó eitt mistak til, áðrenn javnvág aftur kom í. Vandi tóktist ikki vera á ferð, tá eitt bleytt innlegg varð lagt inn móti brotsteiginum, men tá verjan og málverjin ikki kundu semjast um, hvør teirra skuldi rudda burtur, slapp Milan Kulic at kalla ótarnaður at senda í kassan.
Og lítla løtu seinni var aftur galið. Brian Andresen royndi at bróta ígjøgnum, og í nærdysti við Bjarna Prior fór danin umkoll. Vágamenn vóru sum vera man ónøgdir við dómin. Ikki minst tí teir mettu seg hava átt líknandi støðu fyri steðgin, men har gjørdist einki, og tá annan dystin á rað var Milan tryggur úr ellivu metrum.
Hetta tók líka sum luftina úr heimaliðnum. Hóast viljin var til tað, so megnaðu teir ongan tíð at lyfta seg leikliga, soleiðis at VB fekk nakrar trupulleikar, og tá so Vlad Osipovs fekk næsta gula kortið á degnum, skuldi alt gerast tungt. Um nakað, so kundi VB heldur havt skorað við onkrum av mótálopum sínum, men fyri teir mundi 3-2 kortini kennast fløvandi.
Tað lyfti teir í øllum førum nakað frá FSV í botnstríðnum, og yvir høvur tykist tað í løtuni, sum hevur VB eitt lið, sum er alt ov gott til veruliga at koma í niðurflytingarvanda.
Tað sama kann ikki sigast um FS Vágar. Liðið hevði í fyrru hálvu fleiri góðar dystir, men aloftast stóð úrtøkan ikki mát, og hetta er nú farið at løna se aftur. At mótburðurin eisini hevur verið nógvur tykist hava ført til, at leikararnir ov skjótt fara niður við høvdinum, og hetta er so ikki nakað, sum ráð eru til komandi dystirnar.

Dysturin í tølum
FS Vágar-VB 2-3 (3-1)
1-0: Claoyton Soares
1-1: Brian Andresen
2-1: Kim Poulsen
2-2: Milan Kulic
2-3: Milan Kulic (br.)
Dómari: Oddmar Andreasen

FSV: Jákup Joensen ? Bjarni Prior, Albert Ari Thomassen, Vlad Osipovs, Silva ? Jóhannis Joensen, Hannus Olsen, Jens Erik Rasmussen, Birgir Joensen ? Kim Poulsen, Clayton Soares

VB: Bjarni Johansen ? Predrag Zivkovic, Eyðun Jacobsen, Dejan Nicolic ? Mortan í Hørg, Anders Sørensen, Milan Kulic, Palli Augustinussen, Dan Djurhuus ? Birgir Jørgensen, Brian Andresen