Vágbingar noyðast nú í sparibuksurnar

Tað sær út til, at kreppan í fiskiflotanum rættiliga er sligin ígjøgnum í Vági. Seinastu tíðina eru inntøkurnar hjá kommununi munandi minkaðar og nú mugu sparitiltøk setast í verk. Eisini á Tvøroyri er afturgongd, men har sleppa tey helst undan at seta tiltøk í verk

Nú sær út til, at kreppan í fiskiflotanum av álvara hevur sligið ígjøgnum í Vági.

Og tað hevur við sær, at nú noyðist Vágs Kommuna at seta sparingar í verk fyri at kunna halda fíggjarætlanina fyri í ár.

- Vit skulu helst ikki hava undirskot á fíggjarætlanini tá ið árið er liðugt og tí noyðast vit at seta tiltøk í verk fyri at tálma nýtsluni, sigur Kirstin Strøm Bech, borgarstjóri í Vági.

Fíggjarliga støðan hjá kommununi var til umrøðu á býráðsfundi í Vági í gjárkvøldið.

Har varð upplýst, at seinasta uppgerðin yvir fíggjarligu gongdina vísir, at fyrstu seks mánaðirnar í ár, er inntøkan hjá Vágs Kommunu heili 6% minni enn hon var teir fyrstu seks mánaðirnar í fjør.

Tað merkir, at fyrsta hálvár í ár er inntøkan hjá Vágs Kommunu eina heila millión minni enn hon var í sama tíðarskeiði í fjør.

Borgarstjórin sigur, at fyrra hálvár í fjør var skattainntøkan hjá Vágs Kommunu 17,6 milliónir krónur, men fyrra hálvár í ár var inntøkan bara 16,7 milliónir.

Annars er fíggjarætlanin hjá Vágs Kommunu í ár upp á 35,7 milliónir.


Skipini liggja

Hon sigur, at tey tað er ikki so einfalt at geva eina frágreiðing upp á, hví inntøkan hjá kommununi er minkað so nógv í ár, tí at síggja til er virksemið ikki minkað so nógv.

Fiskavirking hevur latið stóra flakavirkið í Vági upp aftur og har hevur nógv virksemið verið, serliga allar teir fyrstu mánaðirnar í ár.

Samstundis er at kalla ongin broyting í fólkatalinum, tvørturímóti er tað enntá kvinkað eitt sindur uppeftir.

Einasta forkláring, tey finna upp á vánaligu fíggjarligu gongdina, er, at kreppan í fiskiflotanum við teimum høgu oljuprísunum, hevur ført við sær, at skipini hava ligið nógv meiri við bryggju enn vanligt og at tað er hetta, sum sæst aftur í kommunukassanum.


Sparingar

Hetta hevur so ført við sær, at á býráðsfundinum í gjárkvøldið fingu formenninir í teimum ymsu nevndunum hjá kommununi boð um at tálma nýtsluni, har tað ber til, fyri at fíggjarætlanin ikki skal vísa hall, tá ið árið er úti, ella so at hallið í minsta lagi verður so lítið sum yvirhøvur tilber.

Men at spara er lættari sagt enn gjørt, tí kommunan hevur nógvar lógarbundnar útreiðslur, bæði til barnaansing, heilsumál, renovatión, skúla og annað og annars er kommunan eisini bundin av fleiri samstarvsavtalum við aðrar kommunur í Suðuroy, eitt nú um barnavernd, sosialu deild, NSR tænastu o.s.fr.

- Einasti máti at spara er at royna at tálma tær leysu útreiðslunum og sostatt fara sparingarnar fyrst og fremst at raka teknisku deild.

Tað merkir, at har tað ber til, verður drálað við vegagerðum, asfalteringum, ábøtum og øðrum virksemi.

Krónutal er ikki sett á fyri, hvussu nógv tær ymsu nevndirnar skulu spara.

Hinvegin er ætlanin at varðveita fólkið í arbeiði fyri at røkja vegir og annað, sum kommunan varar av.

Samstundis hevur kommunan fingið 150.000 krónur í stuðuli úr landsstýrinum til at gera ábøtur á Laksá og til at gera eina gøtuskipan í viðarlundini og tað var hent at fáa, tí tað ger sítt til at útvega kommunufólkunum arbeiði


Barnagarðurin gerast fyrst

Men tað er eitt øki, har Vágs Býráð ætlar at raðfesta og sostatt ikki ætlar at drála við og tað er at byggja barnagarðin.

- Tá ið árið í ár er liðugt, eru tríggjar milliónir settar av til barnagarðin og so er ætlanin at raðfesta hann eisini næsta ár.

- Tað fer sjálvandi at raka onnur øki, men tað er neyðugt at raðfesta og vit eru samd um at raðfesta barnagarðin fremst av teimum útbyggingum, sum skulu gerast, sigur borgarstjórin.

Tó sleppur ætlanin at byggja barnagarð ikki heilt undan sparingum.

Í eini roynd at spara, kannaði býráðið um tað bar til at broyta tekningarnar og at útvega nýggjar tekningar, har barnagarðurin kundi byggjast í stigum.

Men tað varð so dýrt at tað loysti seg ikki.

Tí hevur Býráðið gjørt av at halda seg til upprunaligu tekningarnar, men at byggja eina lon fyrst og so at bíða við restini til seinni.


Merkist eisini á Tvøroyri

Eisini á Tvøroyri merkist tað, at skipini liggja.

Kristin Michelsen, borgarstjóri, sigur, at seinasta uppgerðin vísir, at higartil í ár er skattainntøkan hjá kommununi næstan 700.000 krónur minni enn sama tíðarskeið í fjør.

Men hann metir, at hetta er undirmett og at minkingin verður væl størri, tá ið árið er liðugt.

Men hann væntar, at kommunan sleppur undan sparingum. Tá ið fíggjarætlanin fyri í ár varð løgd, høvdu tey í Tvøroyrar Býráðið ikki reiðiliga álit á teimum bjørtu búskaparligu framskrivingunum og tí løgdu tey eina varisliga fíggjarætlan, sum borgarstjórin væntar fer at halda.