Fótbóltur
Føroyameistararnir úr Vági hava verið í einum rættiligum aldudali seinastu tíðina. Eftir tveir sigrar í teimum fyrstu dystunum hevur VB tapt tríggjar á rað. Tapini hava øll verið 2-1, so tí bendir okkurt á, at teir ikki hava havt tað neyðuga hepni við sær.
Endiliga megnaðu teir at venda gongdini við einum greiðum og uppibornum sigri á runavíkingum, sum enn einaferð vísa seg at avhenda ógvuliga óstøðug avrik.
Venjarin legði fyri
Tað var leikandi venjarin hjá VB, Krzysztof Popczynski, ið skeyt tvey tey fyrstu málini og legði tí lunnar undir ein ruddiligan sigur hjá VB.
Fyrsta málið skeyt kom eftir innlegg frá Robert Cieslewicz. Robert rekur framvið einum leikara í vinstru síðu og leggur so inn til landsmannin úr Póllandi, Krzysztof, ið er staddur við nærmastu stong. Hann setir fótin á og leggur VB framum.
Næsta málið var meinlíkt tí fyrsta. Hesuferð er tað tó Birgir Jørgensen, sum leggur innfyri úr høgru til nærmastu stong, har Popczynski er staddur skorar enn einaferð til hálvleiksstøðuna 2-0.
VB hevur gravað tann roynda málslúkin Birgir Jørgensen framaftur, og hann skeyt tvey av málunum.
Jón Pauli Olsen var upphavsmaður at báðum málunum hjá Birgiri. Jón Pauli var staddur í vinstra borði, haðani hann legði innfyri til Birgir, sum er ógvuliga sterkur í luftspælinum, og hann høvdaði bóltin í netið úr fimm metra fjarstøðu.
Fjórða málið stóðst eisini av samanspæli millum Birgir og Jón Paula, sum aftur hesuferð legði innfyri til Birgir, ið høvdið uppum málverjan.
Seinasta málið skeyt Marner Richard úr tveimum metrum, tá Robert Cieslewicz legði innfyri.
Einki ivamál
Vágbingar høvdu sett í seg, at teir skuldu vinna henda dystin, og tað sást beinanvegin, at teir vóru ágrýtnari enn gestirnir. Nøkur langskot var einasta hóttanin Bjarni Johansen skuldi taka sær av í VB málinum.
Vágbingar vóru áleypandi allastaðni á vøllinum, og hetta fingu teir eisini løn fyri. VB er nú við aftur í stríðnum um heiðursmerkini og liggur á triðja plássi við níggju stigum saman við HB og KÍ.
Kærkomni sigurin gevur teimum eisini trúnna um, at liðið kann vera við í stríðnum um heiðursmerkini. NSÍ hinvegin hevur aftur víst seg at vera eitt óstøðugt lið, sum kann spæla góðan fótbólt tann eina dystin og út av lagi vánaligan tann næsta.
Um avrikini eru meira støðug, kann liðið gera meira um seg í landskappingini.
VB ? NSÍ 5-0 (2-0)
1-0: Krzysztof Popczynski
2-0: Krzysztof Popczynski
3-0: Birgir Jørgensen
4-0: Birgir Jørgensen
5-0: Marner Richard