(Sølvi Andreasen, 900 Vágur
((Aftan á býráðsfundin í síðstu viku, tá Áki Bertholdsen ringdi og spurdi, hví vit valdu at stovna okkara egnu sosialu deild, metti eg ikki at nøkur blaðskriving skuldi standast av hesum. Men í Sosialinum hin 21. september kemur so ein long blaðgrein, har min vinur, samstarvsfelagi og starvsfelagi, Jens Johannesen kemur við frágreiðingum um málið. (Eg skrivi hettar og komi ikki við aftursvari. (Eg skal ikki koma við nøkrum nýggjum, men bert kommentera nakað av útsøgnum hansara.(Eru teirra orð (sosialurin nr. 182 21 sept. 2006)(Í einum samstarvshøpi eru tað partarnir sum samstarva, men í greinini vísir Jens á, at hettar er upplegg frá Tvøroyrar býráð hvar eru hinir partarnir í uppbyggingini av málinum?(Víst verður í útalilsinum, at Tvøroyrar býráð hevði stovnað eina sosiala deild, og hinar komunurnar sloppu (allarnådigst) at seta síni fingramerki í hesa avtalu, sum Tv. Býráð hevði gjørt. Eitt ófrávíkiligt krav frá vágbingum var, at sosiala deildin skuldi hava opið í Vági og Tvøroyri, tað kom ikki við í samstarvsavtaluna. Tá vit vístu á hettar, segði Kristin Mikkelsen, at Tvøroyrar býráð hevði brúkt nógva tíð upp á sáttmálan (samstarv??) og tað blivu ikki nógvar broytingar framdar. Vágbingar fingu einki lyfti um, at tað kom at standa í sáttmálanum, at opið bleiv í Vági. Ein annar tvørámaður, býráðslimurin og bygdamaður mín Sverri Midjord segði, at nú varð nokk farið av Tvøroyri, tað skuldi einki meir úr býnum.(Jens fílist á, hvussu leingi teir skuldu blíva við at samráðast. Tað var eingin samráðingarfundur hildin, men bert kunnandi fundir millum bý/bygdaráðslimir. Og teir vóru tveir í tali, aftan á at Tv. býráð hevði orðað leistin, ið teir valdu at samstarva eftir.(Smidligari loysn (sosialurin nr. 182 21 sept. 2006)(Her verður í greinini víst á, at Tv. Býráð hevði valt leist, og sosiala deild skal liggja (nær hevur verið samráðst um hettar, hvar sosiala deild skal liggja). Tað hevur verið skotið upp og sagt nógv ymiskt, men samráðingar hava ongar verið. Tað hevur verið og er ein stórur bági í samstarvi millum Tvøroyri og Vág og tað er tí, at ongar samráðingar eru.(Víðari vísir Jens á, at so sum hann hevur skilt, so brúkar Vágs kommuna henda sama leistin, fyri at samráðast um eina sosiala deild í syðru hálvu. Men so er ikki Jens, tú mátti biðið, heimildamannin sum bæði tú og eg vita hvør er, um at víst tær samstarvsavtaluna. (Samstarvsavtalan sum Bergur Berg gjørdi er væl úr hondum greidd, so sjálvandi brúka vit hana, tá vit nú hava hana við hondina, høvdu tit brúkt hana til fulnar og troytt møguleikarnar í samstarvinum var nógv vunnið. Í partinum um samstarvsøkið nevna vit, at samstarvað verður um tey øki, sum vit samráða okkum fram til. Og tað var tað sum glapp í samstarvinum millum Tvøroyri og Vág. Tvørámenn søgdu her skuldu ikki stórar broytingar til, og so er alt sagt um samstarv.(Jens Johannesen sigur at enda, at hetta var lættasti mátin, og hann valdu vit. Vit mugu siga, at hettar var einasti máti og hann valdu vit.(Vón mín er eisini, at vit einaferð seinni finna felagsstev á hesum í mínum hugaheimi sera stóra og viðkvæma øki. Eg vil við hesum ynskja Tvørámonnum blíðan byr frammyvir.(