Vígdis verji hjá saltsiloprojektinum

Fyrrverandi íslendski forsetin, Vígdis Finnbogadóttir hevur játtað at vera verji hjá tí stóru verkætlanini Í práti við Rás2 í dag, greiddi ein av stigtakarunum aftanfyri verkætlanina, Saltsiloprojektið, Òlavur Rasmussen frá, at Saltsiloprojektið hevur fingið ein altjóða kendan protektor - verja.

Talan er um ongan minni enn fyrrverandi íslendska forsetan, Vígdis Finnbogadóttir, sum var forseti Ìslands, árini 1980-1996, sum hevur játtað at vera protektor fyri Saltsiloprojektinum. Vígdis Finnbogadóttir vitjaði eisini í Suðuroy, tá hon var á almennari vitjan í Føroyum í 1987. Stigtakarnir fegnast um, at tað hevur eydnast at fingið ein slíkan altjóða kapasitet til at vera verji hjá verkætlanini. Stigtakarnir vóna, um alt gongur væl, at Saltsilo´in í Trongisvági kann standa klár sum mentannarhús fyri allar føroyingar í 2013 ella 2014.

Ágóðin frá Jóansøkufestivalinum, sum verður um vikuskiftið fer óskerdur til saltsiloprojektið.