Vøggustovan á Konmansmýru 25 ár

1. mars 2008 fylti Vøggustovan á Konmansmýru 25 ár.

 Vøggustovan er partur av stovninum á Konmansmýru, men byrjaði sum “Vøggustovan við Strond” 18. okt í 1965. Tað var Nancy Björklund, sum saman við Birthe Toftagarð í januar 1965 fóru undir at leggja ætlanir um at stovna eina vøggustovu í Havn.


Longu níggju mánaðir seinni byrjaði virksemið í “Vøggustovuni við Strond” við Nancy, Birthe og trimum ungum gentum í starvi. Á vøggustovuni vóru tá 22 børn.

Í 1972 flutti vøggustovan niðan á Lützenstrøð og húsaðist har, til Vøggustovan á Konmansmýru lat upp 1. mars 1983.


Longu tá Nancy byrjaði vøggustovuvirksemið, varð hon varug við trupulleikan hjá foreldrunum at fáa børnini ansað, tá tey fyltu 3 ár og tí vóru ætlanir um eisini at stovna ein barnagarð. Søkt varð um at fáa lendi til ein størri stovn, og stovnurin á Konmansmýru varð bygdur.


Barnagarðurin á Konmansmýru byrjaði sítt virksemi 1. juni í 1983 og 8 børn úr vøggustovuni byrjaðu í barnagarði 1. juli hetta árið.


Starvsfólkini á stovninum hava verið trúgv. Miðal starvsaldurin hjá starvsfólkunum í vøggustovuni er umleið 16 ár, og tá skal havast í huga at onkur “bert” hevur arbeitt í nøkur fá ár.


Nógv er broytt gjøgnum árini og starvsfólkini hava als ikki staðið í stað. Tey eru virkisfús og vit hava stóra gleði av teirri hollu vitan og royndum, ið er á staðnum.


Tá hugt verður í “svørtubók” síggja vit at 867 børn hava verið innskrivað í Vøggustovuna frá byrjanini í 1965. Fleiri “børn” hava verið og eru enn foreldur á stovninum, og tað hevur verið stuttligt at kunna fylgja okkara “børnum” gjøgnum lívið.


Vøggustovan hátíðarheldur føðingardagin við at hava prinsessu- og prinsaverkætlan alla vikuna frá 3. mars til 7. mars. Fríggjadagin 7 mars er opið hús frá kl. 15 til 18 og høvi verður tá at síggja úrslitið av arbeiðinum í vikuni. Tað hevði glett okkum um nógv fyrrverandi og núverandi børn, foreldur, starvsfólk og onnur áhugað komu á gátt.


Vit starvsfólk takka Nancy fyri tað áræði, hon vísti fyri so nógvum árum síðani og vilja við hesum eisini nýta høvið at ynskja henni tillukku við degnum. Vónandi síggjast vit fríggjadagin.


Heilsan


Vøggustovan á Konmansmýru