Vágur
Vágs Kommuna hevur nú samtykt at betala sín part av tí landsumfatandi Lokal Agenda 21 skrivstovuni, sum skal setast á stovn.
Lokal Agenda 21, er ein skrivstova, sum skal fevna um alt landið og sum skal vegleiða og ráðgeva kommununum í sambandi við umhørvismál og tað er í sambandi við samtyktina á umhvørvisráðstevnu í Rio De Janeiro í 1992, at hon verður sett á stovn.
Ætlanin er, at hvør kommuna í landinum skal betala tað, sum svarar til 8,50 fyri hvørt fólk í kommununi og so betalir landið tað sama.
Á býráðsfundi mikukvøldið samtykti Vágs Býráð at vera við í ætlanini og at betala sín part av útreiðslunum. Fyri Vág merkir hetta eina útreiðslu upp á 12.000 krónur um árið.
Tá ið Tvøroyrar Komma fyri stuttum samtykti at vera við í ætlanini, var tað við teirri treyt, at skrivstovan skuldi ikki leggjast í Havnini. Hon skuldi helst liggja á Tvøroyri, men í ringasta føri onkra aðrastaðni úti um landið, annars vildi Tvøroyrar Býráð ikki vera við.
Slíkar treytir hevur Vágs Býráð ikki sett.
Tvørturímóti er tað viðmerkt í samtyktini hjá Vágs Býráð, at Vàgs Kommuna fer ikki at leggja seg út í, hvar í landinum skrivstovan skal vera.
? Men verður skrivstovan á skrivstovuni hjá Kommunusamskipan Føroya í Havn, soleiðis sum eitt uppskot er, tekur Vágs býráð undir við tí, sigur Jógvan Krosslá, borgarstjóri, sum eisini er formaður í Kommunusamskipanini.
Hann sigur, at talan er um eitt einasta arbeiðspláss. Í Føroyum eru 49 kommunur og verða tað fleiri kommunur, sum seta krav fram um at fáa hetta eina arbeiðsplássið, er tað tað sama sum at beina fyri ætlanini, heldur hann.