Vágs Skúli rættir hjálpandi hond

Í morgin, 1. desember, verður eitt átak í Vágs Skúla í samband við "Í menniskjum góður tokki".

Skúlin hevur hesa vikuna havt evnisdagar, har skúlin er prýddur og næmingar hava síðani evnað til ymiskt, ið selt verður 1. desember.

Klokkan 16 tann 1. desember verður søluátak í skúlanum, har alt, ið evnað er til hesar dagarnar, er til keyps. Næmingar hava evnað úr klæði, pappíri, ull og øðrum, og í handarbeiðs- og smíðhølunum hevur nógv virksemi verið, umframt í køkinum.

Skipað verður eisini fyri tombola og lutaseðlasølu, har kjøt og annað er at vinna.

Klokkan 17 fara næmigar at framføra sangir.

Tiltakið í Vágs Skúla heldur fram til klokkan 19 og er stuðulstiltak í samband við "Í menniskjum góður tokki".