Børnini royndu seg sum reiðfólk, stuttleikaðu sær í »Hoppiborgini« ella kappaðust í sleggjusláing, meðan tey vaksnu keyptu sær ein bíligan og góðan døgurða av trolarafiski, fingu sær ein drekkamunn, prátaðu ella gingu sær ein túr framvið bryggjukantinum, hugdu at og mettu um hesar ymisku stuttleikabátarnar, sum vitjaðu henda dagin.
Tá tey frá Lions Club gjørdu søluna upp um kvøldið vóru einar 12-13.000 kr. í kassanum at gera gott við. Sum Sosialurin skilur fer ein góður nevi av avlopinum hesaferð til sluppina Westward Ho, sum tørvar stórar og dýrar umvælingar.
Klokkan fimm komu bátarnir aftur. Hjá bátum, sum royna við snellu, hevur fiskiskapurin verið smáligur um alt landið í seinastuni. Hetta sást eisini á nøgdini teir 14 bátarnir høvud, tilsamans var veiðan 339 kg. ella 24 kg. uppá bátin.
Besti báturin í hesi 145. fiskikappingini var Tight Line við Hans P. Glerfoss. Hann hevði 76,3 kg. Hans Petur fekk sostatt silvurtoskin, sum fyrstu ferð var latin í 1968 í varðveitslu. Harumframt fekk hann steyp til ognar.
Nr. 2 var Anfinnur við Kára Reynheim og Jóhannes Arne Joensen. Teir høvdu 42,5 kg. uppá mannin.
Nr. 3 var Sølvá við Halli Heinesen. Hann hevði 27 kg. og fekk eins og nr. 1 og 2 styp til ognar.
Fiskurin varð seldur á uppboðssølu, sum Jóans Andreassen skikpaði fyri. Inn komu 5.431 kr. Hesin peningur fer óskerdur til Tórshavnar Bátafelag.
Ein av stuttleikasiglarunum, sum Sosialurin tosaði við, ehlt fyri, at Tórshavnar Bátafelag hevði gjørt eitt gott arbeiði fyri at tað skal vera hugnaligt at koma í Vágsbotn. Nú vóru góð og nosslig hølir har tú hitti fólk, telefon, bað og møguleiki at sleppa av við burturkast. Fyri nøkrum árum síðani var hann farin í land av bátin sínum við tveimum rustposum, men at sleppa av við teir var ikki hugsingur um. Endin var, at hann setti teir við eina stóra læsta ruskbingju, sum stóð niðri á Busatanga. Eitt var, at alt var so nógv høgligari nú, men tað taldi eisini til fyrimunar, at túættiliga merkti, at í Vágsbotni nú var meira atmosfera, at her var livandi umhvørvi, ikki deytt og sterilt. Tó so! Okkurt lýti er, t.d. slitna og viðtikna betongkeiin, og tað at eisini á bryggjukantinum tykist tað sum bilar hava framíhjárætt, framíhjárætt mótvegis bátum.
Rómaborg var sum kunnugt ikki bygt eftir einum degi og siglarin Sosialurin tosaði við, helt at enda fyri, at verða nevndu lýtir beint burtur og Bátafelagið saman við øðrum, s.t.d. leygardagin saman við Lions Club, siglir somu kós, sum seinastu árini, so verður Vágsbotnur ein kveikjandi og savnandi miðdepil fyri báta- og siglihugaði fólk og Havnin fær eitt umhvørvi, sum bæði havnafólk og vitjandi fara at finna fragd í at vitja.
Axel