Vágsdreingir løgdu bragdliga fyri

Tað var fantastiska tætt og spennandi, tá ið 5-mannafør við dreingjum løgdu til brots nakað eftir klokkan 15. Royndin Fríða úr Vági var eina hálva bátslongd frammanfyri høvuðsstaðarbátarnar - Jallin og Drekan - ein fittan part av teininum, og sum bátarnir nærkaðust málinum, kendist tað sum um, at kappingarneytarnir fóru at nærkast oddafiskinum.

 

Men Royndin Fríða megnaði at halda tørn. Fjarstøðan var ikki so stór, men vágsdreingir vunnu fyrsta FM róðurin fyri 5-mannafør við dreingjum.

 

Klaksvíkingar umborð á Fípuni Føgru vóru klárt nummar fýra, og so var tað longri fjarstøða aftur til teir aftaru.

 

Royndin Fríða og sigurin á Norðoyastevnu er staðfesting av, at suðuroyingar eru knáir, tá ið teir samstarva. Fýra dreingir eru úr Vági, tveir eru av Tvøroyri, og róðurskvinnan - Barbara Tausen - er úr Hovi.

 

Úrslit

 

5 mannafør dreingir

1 Royndin Fríða 05:21.00

2 Drekin 05:21.16

3 Jallurin 05:22.15

4 Fípan Fagra 05:25.13

5 Blikur 05:34.13

6 Ternan 05:49.08

7 Frúgvin 05:59.11