Nú verður skipanin við landstreymi á Vestaru bryggju víðkað, soleiðis at tað fer at bera til at fáa landstreym á fimm støðum á Vestaru bryggju.
Í dag ber til at veita 63 Amperu í 3 støðum, og 125 Amperu í einum staði, men nú verður 125 Amperu landstreymur tøkur á øllum fimm støðum.
Samstundis fer at bera til at máta og avrokna nýtsluna sjálvvirkandi og so hvørt nýtslan fer fram.
Tað er el-innleggjarin Install, sum stendur fyri arbeiðinum. Kostnaðurin fyri arbeiðið og el-útbúnaðin er 525.000 krónur.
Sáttmálin varð undirskrivaður seinnapartin.
– Á Vestaru bryggju er nógv virksemi. Men hóast skip dagliga stevna út og inn, er minni at hoyra til skipini. Landstreymur frá Tórshavnar havn ger, at støðugt fleiri skip sløkkja motorarnar, tá ið tey liggja við bryggju, skrivar Tórshavnar kommuna.