Stevnudysturin við Margáir í kvøld verður ímóti Víkingi. Tølini siga, at tað gongur hvønn sín vegin hjá EB/Streymi og teimum í Eystur kommunu. Fyrstu umførini gekk tað so mikið væl hjá Víkingi, at liðið var fremst eftir fimm umfør. Síðani hevur liðið ikki vunnið í landskappingini, og nú eru víkingarnir á 8. plássi. Fyri tveimum vikum síðani taptu teir 3-1 á Argjum.
Hjá EB/Streymi hevur gongdin verið mótsatta vegin. Eftir sjeynda umfar vóru meistararnir framvegis niðanfyri niðurflytingarstrikuna. Síðani hevur liðið fýra ferðir vunnið fulla úrtøku og eina ferð spælt javnt. Tað hevur fyribils borið triðja plássið við sær. Fyri tveimum vikum síðani vunnu teir 2-0 á heimavølli ímóti oddaliðnum HB.
Í Sundalagnum er Arnbjørn Hansen farin at venja aftur, og í kvøld verður hann á beinkinum. Rógvi E. Nielsen hevur havt trupulleikar við fótliðnum, men hann verður við í kvøld.
Í Víkingaleguni stendur ikki so væl til. Í fyrru hálvfinaluni ímóti NSÍ vóru miðvallararnir Hans Jørgen Djurhuus og Jann Ingi Petersen skaddir. Hans Jørgen spældi fyrsta tíman á Argjum. Tað verður vónað, at hann verður førur fyri at spæla ídag. Jann Ingi hevur brákað fleiri rivjabein, og tí verður hann heldur ikki í dag á liðnum. Ein triði miðvallari, André Olsen, er darvaður av knæskaða og verður heldur ikki við. Hjartvard Hansen er eisini skaðaplágaður, men hann er í fjúrtan manna hópinum, sum í góðveðrinum fyrireikar seg at fara norður til Margáir.
EB/Streymur-Víkingur: Dagfinn Forná kl. 18.30