Í døgunum 31. mai, 1. og 2. juni 2019 verður árligi Víkingafestivalurin í Hovi. Víkingafestivalurin er vorðið eitt stórt spennandi tiltak, sum fevnir um bæði “ferðir aftur í tíðina”, framsýgningar, tónleik og sang, víkingastríð og mangt, mangt annað.
Eisini eru millum fólk í Hovi, og onnur, ítøkiligar ætlanir um bygging av víkingaskipi.
Víkingafestivalurin verður í Hovi 31. mai, 1. og 2. juni 2019.