Tað verður altíð mett at vera stór avbjóðing, tá ið lið norðanfjørðs fara suður til Tvøroyrar og spæla við Stórá í Trongisvági.
Víkingur hevur í góðveðrinum í kvøld verið í Suðuroy. At víkingarnir tóku uppgávuna í stórum álvara sást eitt nú í, at ferðalagið úr Eysturkommunu fór suður longu hóskvøldið.
Gestirnir rigga nú til at fara norður aftur við 2-1 sigri og harvið trimum stigum í viðførinum. Hálvleiksstøðan var 1-1. Úrslitið ber við sær, at Víkingur nú hevur 32 stig, og at TB framvegis hevur 10 stig.
TB legði seg miðskeiðis í fyrra hálvleiki á odda 1-0. Eftir horna úr høgru var miðverjin Ndende hægstur og stútaði bóltin í málið.
Víkingur hevði fleiri atsóknir, og tríggjar minuttir undan steðginum eydnaðist tað at javna. Eftir langa framlegging aftarlaga úr høgru varð Finnur Justinussen leysur frammanfyri báðar miðverjarnar. Hann streyk avstað ímóti málinum, og hóast hann varð kroystur av mótstøðumonnum, so eydnaðist tað honum at senda bóltin framvið málverjanum, sum kendi seg noyddan at fara út úr málinum.
Hetta var níggjunda málið hjá Víkinga toppskjúttanum í ár.
Sigursmálið skoraði landsliðsspælarin Sølvi Vatnhamar miðskeiðis í seinna hálvleiki. Vongverjin í høgru, Ari Olsen, sneiddi seg lættliga púra leysan í høgru, og Sølvi Vatnhamar var púra leysur mitt fyri, tá ið hann tveitti seg fram og við høvdinum stýrdi bóltin í málið.
Síðstu løtuna spenti heimaliðið álopsbogan, og eftir horna úr vinstru var tað um reppið, at Ndende stútaði bóltin í málið, men bólturin fór dygst framvið handara stólpa.
Hjá Víkingi var Géza David Turi alla tíðina á sentralum miðvallarplássi, meðan Andreas Lava Olsen, sum fyrr í vikuni fekk landsliðsboð, varð settur á vøllin, tá ið tað restaðu tjúgu minuttir. Hann hevði harvið í kvøld leiklutin, sum landsliðsvenjarin ætlar, at hann skal hava.
Hjá TB var 19 ára gamli Einar Thorsteinsson millum teir fyrstu ellivu, og beinanvegin eftir steðgin varð 19 ára gamli Nikolei Johannesen skiftur inn.
13. september skal TB spæla á útivølli ímóti AB, og Víkingur skal sama dag spæla á útivølli ímóti EB/Streymi.
TB – Víkingur 1-2 (1-1)
1-0: Ndende Adama Guéye 24.
1-1: Finnur Justinussen 42.
1-2: Sølvi Vatnhamar 65.
Dómari: Eiler Rasmussen
TB: Frederik Mehder – Eirikur M. Ellendersen, Poul Ingason, Ndende Adama Guéye, Rasmus Møller (Nikolei Johannesen, 46.) – Einar Thorsteinsson, Sebastian Kroner, Dánjal Godtfred, Samudeen Musah – Filip Obadovic, Mark Kongstedt
Víkingur: Elias Fagrá – Ari Olsen, Atli Gregersen, Vukasin Tomic, Elias Lervig – Lukasz Cieslewicz (Andreas Lava Olsen, 70.), Géza David Turi, Gunnar Vatnhamar (Noah Mneney, 83.), Jákup Johansen (Bergur Gregersen, 92.) – Sølvi Vatnhamar, Finnur Justinussen