Víkingur fær í posa og sekk

Venjarafelagið hevur kosið Sámal Erik Hentze til ársins venjara, og Adeshina Lawal er toppskjútti

Tá ið nú tapið ímóti EB/Streymi er sodnað eitt sindur, so er tað fagnaður millum heimafólki í Sarpugerði.

Og tey í Víkingi hava nógv at fegnast um.

Tíðliga fyrrapartin fekk næstbesta liðið handað silvurkrónurnar í Leirvík, og nú hava teir á besta liðnum vunnið FM annað árið á rað.

 

Tá ið gullkrónurnar og steypið vórðu handað, var steyp eisini handað venjaranum Sámali Erik Hentze. Tað var venjarafelagið, sum heiðraði Víkinga venjaranum sum ársins venjara.

 

Eftir 27 umfar er tað eisini greitt, at Víkingur eigur besta málskjúttan í 2017. Adeshina Lawal var ikki á Víkingaliðnum í dag, men kortini er hann besti málskjútti í ár.

Adeshina Lawal hevur skorað seytjan mál. Honum næstir eru Patrik Johannesen í B36 og Klæmint A. Olsen í NSÍ, sum hevur verið toppskjútti øll árini síðani 2013. Teir báðir – Patrik Johannesen og Klæmint A. Olsen – hava skorað sekstan mál.