Fuglfirðingar royndu at koyra á, men tað eydnaðist teimum ikki at fáa bóltin framvið Geza Turi, sum hevði einar tvær heilt góðar bjargingar.
Dómarin legði fýra minuttir aftrat vanligu leiktíðini, og talan var um fleiri spentar støður, tá ið hornasparksinnlegg vórðu løgd innfyri. ÍF hevði fleiri royndir ímóti málinum, men tað eydnaðist ikki at fáa mál.
Tí eru øll stigini á veg út um Varmakeldueið.
------
80 min.
0-1
ÍF heldur fram at trýsta, men enn hevur tað ikki eydnast at skora.
Frank Poulsen hjá ÍF er farin av vøllinum, og í hansara stað er komin Ari Ó. Ellingsgaard.
-----------
65 min.
0-1
ÍF hevur spent álopsbogan, men enn hevur tað ikki eydnast at fáa mál. Onkra ferðina hevur tað verið tætt við. Eitt nú hevur Øssur Dalbúð havt tveir vandamiklar stútarar.
ÍF hevur framt tvær útskiftingar: Alexander Jovevic er komin inn fyri Karl Løkin, og Nenad Saric er komin inn fyri Fritleif í Lambanum.
----------
55 min.
0-1
ÍF verjan hevur ikki sæð serliga sannførandi út fyrstu løtuna eftir hvíldina, men enn hevur tað ikki kostað.
Ongar skiftingar eru gjørdar í steðginum.
------------
45 min.
0-1
Fimm minuttir undan hálvleiki spældi Fritleif í Lambanum hegnisliga Andy Olsen leysan. Hann smekkaði til, men Geza Turi bjargaði.
Úti á vøllinum hevur spælið hingið betri saman hjá Víkingi.
-----
40 min.
0-1
Síðstu løtuna hava fuglfirðingar verið meiri ágangandi. Teir hava havt fleiri hornaspørk, men enn hevur tað ikki teimum at fáa mál.
----------
Gestirnir í Fuglafirði hava verið meiri ágangandi í álopsspælinum, og í 19. minutti var tað miðvallarin Sølvi Vatnhamar, sum er toppskjútti hjá Víkingi, ið skoraði.
------------
ÍF-Víkingur kl. 15.00
Dómari: Páll Augustinussen
ÍF: Jákup Mikkelsen - Uni Reinert Petersesn, Bartal Eliasen, Høgni Zachariassen, Jan Ellingsgaard - Dánjal á Lakjuni, Frank Poiulsen, Fritleif í Lambanum, Karl Løkin, Andy Olsen - Øssur Dalbúð
Víkingur: Geza Turi - Sverri Jacobsen, Niclas Niclasen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen - Bárður Hansen, Sam Jacobsen, Nenad Jankovic, Sølvi Vatnhamar, Finnur Justinussen - Páll Klettskarð