Nú restar ein sigur - tað kennist vera avgreiðsluspurningur - áðrenn Víkingur hevur vunnið fyrsta FM heitið. Sámal Erik Hentze og hansara menn í Víkingi vunnu í dag 2-0 á heimavølli ímóti B36. Í hálvleikinum var málleyst. Tá var KÍ frammanfyri 1-0 á heimavølli ímóti B68. Harvið var KÍ ovast á støðutalvuni.
Eftir steðgin setti Víkingur tingini upp á pláss. Stóri maðurin var Andreas Lava Olsen, ið var støðug hóttan ímóti B36 verjuni, har saknur var í skadda Andrias H. Eriksen. Andreas Lava Olsen skoraði bæði málini. Í báðum førum var tað úrslit av, at hann var sera treiskur og ágangandi og gjørdi sær dælt av, at B36 verjan ikki var serliga sannførandi. B36 spældi seg - serliga í fyrra hálvleiki - til upplagdar málmøguleikar. Veikleikin hjá B36 hevur so ofta í ár verið, at úrtøkan hevur verið so soltin úr stórum møguleikum, og soleiðis var tað aftur ídag.
Tá ið dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð, var tað sannur FM hýrur í Sarpugerði. Skotini dundu, og rakettirnar vórðu sendar upp í loft.
Leygardagin verður síðsta umfar. Tá skulu Sámal Erik Hentze og hansara menn spæla á útivølli ímóti AB, sum í dag tapti 4-1 í Runavík. Unglingaspælarin Andri Benjaminsen skoraði einsamalla málið í fyrra hálvleiki.
Úrslitið ber við sær, at tað nú er greitt, at AB næsta kappingarár skal spæla í næstbestu deildini. Sámal Erik Hentze hevur verið venjari á Argjum, tá ið AB hevur spælt bæði í bestu og næstbestu deildini. Hann vil ikki hoyra, at tað nú mest sum er greitt, at Víkingur fer at vinna fyrsta FM heitið:
-Vit hava havt tað torført á Argjum fyrr í ár, og AB hevur fyri stuttum vunnið á KÍ. So vit eru greiðir yvir, at talan er um torføra avbjóðing.
Hvat fert tú nú at siga við spælararnar?
-Eg fari at ynskja teimum til lukku, og so fara vit undir fyrireikingarnar til síðsta umfar. Eg fari ikki at læra spælararnar nakað nýtt í hesi vikuni. Tað ræður um at hvíla, og at spælararnir vera púra klárir leygardagin, tá ið vit skulu spæla á Argjum, sigur Sámal Erik Hentze í samrøðu við Trónd Arge á Rás2.
KÍ vann 6-0 á heimavølli ímóti B68. Páll A. Klettskarð var trífaldur málskjútti. Hann skoraði trý tey síðstu málini. Súni Olsen, sum var við fyri fyrstu ferð síðani steypafinaluna, skoraði til 1-0 og 2-0, og Tórur Justesen, sum var á miðvøllinum í dag, skoraði eitt mál.
Tá ið Eiler Rasmussen hevði bríkslað fyri síðstu ferð, sást tað væl á spælarum og áskoðarum, at møguleikin fyri at vinna greipuna er millum lítil og eingin. Treytin er, at KÍ leygardagin skal vinna í Fuglafirði, og at Víkingur ikki vinnur fulla úrtøku á Argjum.
Tað endaði 1-1 við Stórá í Trongisvági, har TB hevði vitjan av Skála. Bæði málini vórðu skorað við brotssparki í seinna hálvleiki. Poul Ingason legði TB framum, og Pætur Dam Jacosben javnaði.
Úrslitið ber við sær, at Skála tryggjaði sær plássið í bestu deildini næsta kappingarár.
Í Gundadali vann HB 4-1 á ÍF. Fyrra partin av fyrra hálvleiki skoraði HB trý mál, og síðani var talan fyri tað mesta um tómgongd.
KÍ-B68 6-0 (1-0)
1-0: Súni Olsen 8.
2-0: Súni Olsen 46.
3-0: Páll A. Klettskarð 59.
4-0: Tórur Justesen 72.
5-0: Páll A. Klettskarð br 77.
6-0: Páll A. Klettskarð 87.
Víkingur-B36 2-0 (0-0)
1-0: Andreas Lava Olsen 53.
2-0: Andreas Lava Olsen 69.
NSÍ-AB 4-1 (1-0)
1-0: Andri Benjaminsen 27.
2-0: Árni Frederiksberg 48.
2-1: Símin Hansen br 84.
3-1: Jann Martin Mortensen 85.
4-1: Klæmint A. Olsen 93.
HB-ÍF 4-1 (3-0)
1-0: Fróði Benjaminsen 9.
2-0: Bartal Wardum 17.
3-0: Øssur Dalbúð 21.
3-1: Clayton Soares 81.
4-1: Øssur Dalbúð 88.
TB-Skála 1-1 (0-0)
1-0: Poul Ingason br 80.
1-1: Pætur Dam Jacobsen br 89.
27. umfar
Leygardagin 22. oktober
ÍF-KÍ
B68-NSÍ
Skála-HB
B36-TB
AB-Víkingur
Støðan
http://www.faroesoccer.com/content.php?pid=792