Tað var ikki fyrr enn í allarseinastu minuttunum, at Víkingur fekk tryggjað sær sigurin á heimavølli ímóti 07 Vestur, so ikki var tað sørt, at tað stóð eitt sindur á gomlum nøglum í Sarpugerði í gjár, tí fleiri mundu hava í huga, at fyrr í ár hevði 07 Vestur altso megnað ein 2-2 javnleik har.
Men í evstu løtu komu forloysandi málini, og skuldi tað vísa seg, at Hanus Jacobsen bleiv lykilin til sigurin, tí tríggjar minuttir fyri tíð fekk hann lagt Víking á odda við einum langskoti, og tríggjar minuttir seinni sendi hann fríspark innfyri úr vinstru síðu, og har var Finnur Justinussen á blettinum, so heimafólkið kundi fáa rímiliga vissu fyri, at nú var leyst og liðugt, eftir at tíðin bara hevði arbeitt ímóti.
At tað ikki gekk so strúkandi hjá Víkingi, sum tað annars hevur gjørt síðstu tíðina, hekk kanska saman við, at liðið ikki var heilt tað sama, sum tað hevur verið. Kaj Leo í Bartalsstovu var ikki við, tí hann var niðri til royndarvenjing í Lyngby, og somuleiðis er Sam Jacobsen farin niðuraftur og Dánjal Pauli Lervig hevði karantenu. Hinvegin er Sverri Jacobsen komin við aftur.
Fult uppiborið
– Sigurin var fult uppiborin, tí vit vóru betri enn teir á øllum økjum, sjálvt um 07 Vestur spældi væl. Men tað bleiv kanska ríkiliga spennandi fyri okkum, segði liðformaðurin hjá Víkingi, Atli Gregersen, og sipaði til tey bæði seinu málini, ið blivu forloysandi fyri teir ljósabláu.
– Tað var nokk so nógv kríggj á miðjuni, men hinvegin var eingin ivi um, hvør skuldi vinna dystin. Teir høvdu nakrar øgiliga treiskar verjuspælarar, sum øgiliga leingi megnaðu at hanga í okkum.
Liðformaðurin hjá 07 Vestur, Tór-Ingar Akselsen, var tó ikki heilt samdur, tí hann helt ikki, at dysturin bara lá til Víking.
– Eg helt, at innsatsurin var øgiliga góður, og at vit til tíðir spældu væl. Vit komu á odda, men so skoraðu teir eitt heppið mál beint aftaná, so teir kundu koma afturíaftur, hóast teir høvdu eitt sindur av pressi tá. Men eftir steðgin royndu vit at halda fram upp á sama máta, og sjálvur hevði eg ein øgiliga stóran kjans, segði hann.
– Teir spældu nokk so primitivt, tí teir fóru út á kantin og løgdu innfyri alla tíðina, men vit vardu væl fyri. Og ímóti endanum var tað upp á eitt langskot, at teir skoraðu aftur. Eg haldi, at vit gjørdu ein góðan innsats, men sum ikki einaferð, so vóru vit óhepnir at fáa mál ímóti okkum.
Mugu bara verja
Tað var eina løtu fyri steðgin, at 07 Vestur legði seg á odda í Sarpugerði. Hetta hendi eftir eitt stutt tikið hornaspark, og so var bólturin sendur innfyri, har Gunleif Olsen stóð púra leysur við aftaru stong og bara skuldi seta høvdið á. Hetta var ein øgiligur hvøkkur fyri gøtufólk og leirvíkingar, tí nú kundi dysturin brádliga farið at mint um tann fyrra millum liðini, sum jú endaði við javnleiki.
Men bara fýra minuttir fyri hálvleik kom Víkingur afturíaftur, tá Magnus Jarnskor vísti, at tað var klókt av venjaranum at geva sær kjansin, nú fleiri ikki vóru við. Hann breyt ígjøgnum og royndi seg við skoti, sum Andras Gango bara fekk hálvbjargað, og so var Sølvi Vatnhamar klárur at koyra leysa bóltin inn til 1-1.
– Okkara uppgáva var so at verja tað, vit høvdu fingið. Og tað er soleiðis, vit spæla, at vit mugu bara royna at verja og so vóna, at vit fáa onkrar kjansir. Men tá teir so fingu málið til 2-1 ímóti endanum, var alt avgjørt, segði Tór-Ingar Akselsen, ið annars mátti síggja besta mannin hjá 07 Vestur, Jovan Panic, fara út við skaða, tá sjey minuttir vóru eftir.
Harvið mistu vágamenn nógv av tí skapandi, ið kundi gera Víkingi fortreð, og Atli Gregersen mátti eisini ásanna, at tað hevði fyri ein part eydnast 07 Vestur.
– Nakrar ferðir blivu teir vandamiklir upp á umstillingar, og teir dugdu at gera tað trupult fyri okkum, men allíkavæl haldi eg ikki, at nakar ivi var um vinnaran, staðfesti liðskiparin hjá Víkingi, ið hesa ferð ikki yvirhálaði nakran á stigatalvuni, men tó kom upp undir liðina á EB/Streymi.
Víkingur-07 Vestur 3-1 (1-1)
0-1: Gunleif Olsen, 37.
1-1: Sølvi Vatnhamar, 41.
2-1: Hanus Jacobsen, 87.
3-1: Finnur Justinussen, 90.
Víkingur: Geza Turi – Bárður J. Hansen, Atli Gregersen, Erling D. Jacobsen, Hanus Jacobsen – Magnus Jarnskor (Heðin Hansen, 79.), Sverri Jacobsen, Sølvi Vatnhamar, Jann Ingi Petersen (Hjartvard Hansen, 57.) – Filip Djordjevic (Martin Olsen, 69.), Finnur Justinussen
Gult kort:?Magnus Jarnskor, Erling D. Jacobsen
07 Vestur: Andras Gango – Torstein Mýlingstind, Petur G. Dalbø, Emil Mikkelsen, Gunleif Olsen – Tór-Ingar Akselsen, Jovan Panic (Uni F. Nielsen, 83.), Eli F. Nielsen, Jákup S. Olsen (Hørður H. Johansen, 71.), Holgar Durhuus (Høgni E. Nielsen, 77.) – Ibrahima Camara
Gult kort:?Eli F. Nielsen
Dómari: Dagfinn Forná