Við trivaligum og sannførandi 5-1 sigri á 07 Vestur hevur Víkingur í kvøld á heimavølli styrkt um sína støðu á silvurplássinum. Sunnudagin hittast oddaliðið B36 og EB/Streymur, sum er á bronsuplássinum, í Gundadali. Sjálvandi ber tað ikki báðum liðunum til at vinna fulla úrtøku burtur úr tí uppgerðini, og tann sannroyndin ber við sær, at Víkingur við stóra sigrinum í kvøld hevur styrkt um sína støðu.
Úrslitið í kvøld ber við sær, at 07 Vestur eisini eftir hetta umfarið verður á niðurflytingarplássi.
Fram ímóti dystarenda stútaði væl upplagdi Páll Klettskarð, sum hevur verið skaddur stóran part av kappingarárinum, í stólpan aftanfyri 07 Vestur málverjan. Heimaliðið hevði eina røð av royndum ímóti málinum, og fleiri ferðir raktu teir bláu træverkið.
Miðvallarin Sam Jacobsen var trífaldur málskjútti. Hann umsetti tvey brotsspørk til mál, og eina ferð skoraði hann eftir at vera spældur leysur mitt fyri.
Jógvan Martin Olsen hevði gjørt tríggjar broytingar sammett við dystin ímóti HB í Gundadali. Tveir av nýggju monnunum millum teir fyrstu ellivu vóru Kaj Leo í Bartalsstovu og Páll Klettskarð. Teir skoraðu hvør sítt mál. Tann fyrri við langskoti og tann seinni við stútara eftir hornasparksinnlegg úr vinstru.
07 Vestur var ógvuliga verjukent í útgangsstøðuni. Eftir at Víkingur hevði skorað tvey mál, royndi 07 Vestur at flyta fólkið longri fram, men tað var lítil broddur og tyngd í álopspartinum, og heimaverjan helt Clayton Soares í stuttum tjóðri, inntil hann miðskeiðis í 2. hálvleiki varð skiftur út. Joseph Bassene pyntaði um við langskoti, so úrslitið varð 5-1.
Víkingur-07 Vestur 5-1 (2-0)
1-0: Kaj Leo í Bartalsstovu 18.
2-0: Sam Jacobsen br 22.
3-0: Páll Klettskarð 62.
4-0: Sam Jacobsen 67.
5-0: Sam Jacobser br 75.
5-1: Joseph Bassene 80.
Dómari: Rúni Gaardbo
Víkingur: Geza Turi Bárður Hansen (Hjartvardur Hansen, 46.), Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen Sølvi Vatnhamar (Símun Hansen, 78.), Sam Jacobsen (Petur Dalbø, 78.), Evrard Blé, Kaj Leo í Bartalsstovu Páll Klettskarð, Finnur Justinussen
Gult kort: eingin
07 Vestur: Kristian Joensen Ragnar S. Nattestad, Tehé Aristité, Kingsley Amunike, Hans Arni Ellefsen Joseph Bassene, Badara Diedhiou (Jákup Sveinbjørn Olsen, 73.), Jovan Panic, Eli Falkvard Nielsen (Jens Erik Rasmussen, 70.), Holgar Durhuus Clayton Soares (Dánjal Rói Olsen, 67.)
Gult kort: Clayton Soares, Ragnar S. Nattestad, Eli Falkvard Nielsen, Jovan Panic
Liðugt!
90 min.
5-1
80 min.
5-1
Tað gongur ímóti orduliga trivaligum heimasigri í Sarpugerði. Tá ið ein tími var farin økti Páll Klettskarð um leiðsuna til 3-0 eftir hornasparksinnlegg frá Sølva Vatnhamar. Tíggju minuttir seinni spældi Páll Klettskarð Sam Jacobsen leysan, so hann kundi økja til 4-0, og lítla løtu seinni umsetti Sam Jacobsen brotsspark til mál, og við sínum triðja máli økti hann um leiðsluna til 5-0.
Joseph Bassene hevur fyri lítlari løtu síðani skorað fyri 07 Vestur við langskoti.
45 min.
2-0
Síðani Víkingur legði seg framum við tveimum málum hevu 07 Vestur flutt fólkið eitt sindur longri fram. Tað hevur tó ongantíð verið vandamikið frammanfyri Geza Turi. Plássið at leypa á hjá Víkingi er vorðið størri, og teir hava havt bóltin á stólpanum.
Fyrr í ár hava Víkingur og 07 Vestur tvær ferðir spælt landskappingardyst, og báðu ferðirnar hevur úrslitið verið 1-1. Í kvøld er einki at rafla um. Víkingur hevur í 1. hálvleiki verið greitt omaná, og tað er nógv, sum skal venda øðrvísi í 2. hálvleiki, um 07 Vestur skal hava stig við sær vestur aftur.
25 min.
2-0
Tað hevur gingið skjótt síðstu løtuna. Kaj Leo í Bartalsttovu setti hol á við góðum langskoti í 18. minutti, og tríggjar minuttir seinni økti Sam Jacobsen um Víkingaleiðsluna. Tað gjørdi hann við brotssparki, eftir at Finnur Justinussen varð skumpaður í ryggin.
Heimaliðið hevur havt bóltin nógv tann størsta partin av tíðini, meðan 07 Vestur hevur roynt at verja.
15 min.
0-0
Fyrsti dysturin í 23. umfari í Vodafonedeildini er í Sarpugerði í kvøld. Víkingur hevur vitjan av 07 Vestur.
Fyrsta bríkslið var klokkan 17.30, og fyrstu løtuna hevur tað gingið javnt á. Vandamiklasta støðan var, tá ið 07 Vestur hevði fríspark á brotsteigarmarkinum, men tað spurdist einki burturúr.
Líkindini at spæla fótbólt í Gøtu eru góð. Lítla lotið er ikki til bága fyri spælið, og sirmið ger, at vøllurin er heilt góður at spæla á.
07 Vestur liðið líkist heilt nógv tí, sum sunnudagin spældi 2-2 á heimavølli ímóti B71.
Víkinga liðið er broytt eitt sindur síðani javnleikin ímóti HB í Gundadali. Evrard Blé, Páll Klettskarð og Kaj Leo í Bartalsstovu eru nýggir millum teir fyrstu ellivu.
Víkingur-07 Vestur kl. 17.30
Dómari: Rúni Gaardbo
Víkingur: Geza Turi Bárður Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen Sølvi Vatnhamar, Sam Jacobsen, Evrard Blé, Kaj Leo í Bartalsstovu Páll Klettskarð, Finnur Justinussen
07 Vestur: Kristian Joensen Ragnar S. Nattestad, Tehé Aristité, Kingsley Amunike, Hans Arni Ellefsen Joseph Bassene, Badara Diedhiou, Jovan Panic, Eli Falkvard Nielsen, Holgar Durhuus Clayton Soares